Suðuroyingar er harðast raktir

Tað er stórur munur á, hvussu hart arbeiðsloysi rakar tey ymsu økini í landinum

Suðuroyggin er framvegis tað øki í landinum, sum er harðast rakt av arbeiðsloysi.

 

Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

 

Fyri eini løtu síðani lósu vit, at arbeiðsloysið í Føroyum 2,3 prosent, og tað er tað lægsta í átta ár.

 

 

Les eisini: Arbeiðsloysið er nú tað lægsta í átta ár

 

 

Men tað er stórur munur á, hvussu hart tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi.

 

Arbeiðsloysið er nevniliga norðanfyri, vestanfyri og eystanfyri, men tað er størri í miðstaðarøkinum og í Sandoy - og tað er størst í Suðuroy.

 

Arbeiðsloysið er lægst í Eysturoynni, har tað bara er 1,6 prosent, og í Norðoyggjum er tað 1,7 prosent. Næstan líka væl fyri eru tey í Vágum, har arbeiðsloysið er 1,9 prosent, og í Norðurstreymoy er tað 2,2 prosent.

 

Sostatt er arbeiðsloysið í hesum plássunum undir miðalarbeiðsloysið.

 

Hini økini í Føroyum liggja sostatt yvir miðal. Í Tórshavnar Kommunu er arbeiðsloysið 2,8 prosent, í Sandoynni er tað 3,1 prosent og størsta arbeiðsloysið er enn í Suðuroy, har tað er 3,4 prosent, og sostatt væl yvir miðal.

 

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bara er 1,1 prosent.

 

Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og hjá Almannastovuni.