Suðuroyingar duga ikki nógv væl at samstarva

SAMSTARV Suðuroyingar hava meiri av tí mesta, men tað er ótrúliga spell, at samstarvið ikki er betri, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í ferðaráðnum

- Vit koma ongan veg, uttan at vit samstarva.
Tað var boðskapurin, Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, til suðuroyingar, tá ið kjakast var um støðuna í Suðuroy í Skúladeplinum í Suðuroy mánamorgunin
Men samstundis heldur hon eisini, at suðuroyingar duga ikki nóg væl at samstarva.
- Vit eru so lítil, at vit koma ongan veg uttan samstarv, segði stjórin í Ferðaráðnum.
Hon staðfestir, at Suðuroyggin er nakað heilt serstakt, bæði fólkið og náttúran.
- Tit hava meiri av tí mesta. Tit eru meiri opin og tit eru blíðari.
- Men eg haldi tíverri, at tit duga ikki so væl at samstarva, sum aðrastaðni í Føroyum.
- Tað er sum um, at longur suður ein kemur í Føroyum, tess meiri verður tosað um hvønn annan ístaðin fyri við hvønn annan.
Guðrið Højgaard heldur, at hetta er heilt ótrúliga spell, tí eftir hennara tykki er

Ongin kunning
Suðuroy avgjørt ein vakrastu oyggjunum í landinum við teinum størstu møguleikunum í ferðavinnuni.
- Longu, tá ið vit koma á Krambatanga, har Smyril leggur at, síggja vit eitt dømi um manglandi samstarv.
- Har er ongin kunningarstova á Krambatanga og hví hava suðuroyingar ikki funnið útav at leggja eina kunningarstovu, har fólkið kemur íland, spurdi hon.
Hon sigur, at fremmand fólk, sum koma til Suðuroyar, kunnu ikki vita, at tey skulu heilt út á Tvøroyri ella heilt suður til Vágs fyri at fáa kunning um, hvørjar møguleikar, tey hava í oynni.
Hon heldur, at ístaðin áttu suðuroyingar at gjørt ein kraftdepil, sum kundi selt alla oynna.
- Ferðavinnan hevur sett sær sum mál at tvífaldað ferðavinnuna upp í eina milliard í umsetningi í 2020.
- Eg vildi ynskt, at suðuroyingar fáa eina stóran bita av teirri kakuni, men tað kann gerast bara við samstarvi, ístaðin fyri at kappast ímóti hvørjum øðrum, sigur Guðrið Højgaard.

LES FLEIRI AÐRAR GREINAR UM SAMA EVNIÐ