Suðuroyingar detta niður ímillum

Suðuroyingar hava ikki fingið nakað burtur úr framgongdini í seinastuni

 Tað er eitt øki í landinum, sum dettur niður ímillum, og sum ikki fær nakað burtur úr framburðinum, sum hevur verið í Føroyum í seinastuni -hvussu so er veksur talið á arbeiðsplássum ikki.

 

Og tað er Suðuroyggin, staðfestir Hagstovan.

 

Fyrr í dag staðfestu vit, at seinasta árið eru næstan nýggj arbeiðspláss skapt í Føroyum, og tey eru komin um alt landið - uttan í Suðuroy, tí har eru færri arbeiðspláss nú, enn tað vóru fyri einum ári síðani.

 

 

Les eisini: Næstan 600 fleiri arbeiðspláss

 

 

Annars eru arbeiðsplássini fleiri í tali í øllum øðrum økjum í landinum. Í tali var størsta framgongdin í Streymoynni, har tað vóru 12.256 arbeiðspláss ímóti ársenda í fjør, og tað eru 263 fleiri enn fyri einum ári síðani, og vøksturin er sostatt 2,2 prosent.

 

Men lutfalsliga størsta framgongdin var í Sandoynni, har vøksturin var 4,5 prosent í í Vágum, har hann var 4,2 prosent.

 

Men í Suðuroy stendur at kalla í stað. Frá 2014 til 2015 komu 12 fólk í arbeiði afturat í Suðuroy, men í fjør minkaðu aftur fimm arbeiðspláss burtur av

 

– Sostatt kann staðfestast, at tann framgongd, sum hevur verið seinastu trý árini, er í stóran mun farin uttan um Suðuroynna, staðfestur Hagstovan.

 

Í 2013 vóru 2.112 løntakarar í Suðuroy, í 2014 vóru 2.170 og í 2015 vóru 2.182 løntakarar í Suðuroy. Men í gjør lækkaði talið so niður aftur á 2.177 løntakar og sosatt er Suðuroy einasta øki í landinum við afturgongd á hesum øki.

 

Fyrr í morgun skrivaði borgarstjórin eina grein, sum er rættiliga viðkomandi í hesum sambandi. Les hana við at trýsta HER