Suðuroyingar bíða eftir Aksel

ÍTRÓTTUR OG MENTAN Bæði langhylurin í Vági og Projekt Salt á Tvøroyri bíða eftir at pengarnir, sum Løgtingið hevur játtað, verður útgoldin

Enn er ikki klárt at fara undir tær báðu stórfingnu ætlaninar at byggja svimjihøll við 50 metra langhyli á Oyrunum í Vági og at gera mentanarhús í gomlu saltsilo á Drelnesi við Trongisvágsfjørð.
Tað var annars longu tíðliga í summar, at Løgtingið játtaði at stuðla báðum verkætlanunum fíggjarliga.
Og síðani hava suðuroyingar trákkast eftir, at báðar verkætlanirnar skuldu byrja.
Vit hava spurt ábyrgdarar fyri báðar verkætlanirnar hvussu gongur og teir báðir svara sum við munn, at tað eru tey formligu viðurskiftini í sambandi við útgjaldingina, sum enn ikki eru fingin í rættlag.

Hava bíðað leingi
John Hendrik Holm, sum er ein oddamaður í ætlanini at gera nýggja svimjihøll í Vági og hann sigur, at tað er ikki fyrrenn nústani, at tey hava fingið at vita, at tað eru fleiri formlig krøv sum skulu lúkast, áðrenn peningurin kann útgjaldast.
Hann sigur, at fleiri av krøvunum liggja beint fyri at lúka, men hann dylir heldur ikki fyri, at hann vildi ynskt, at boðini vóru komin fyrr, tí nú hava tey verið at kalla klár at fara undir arbeiðið síðani í summar.
Men nú fara fyrireikararnir til Havnar á fund við Landsverk í næstu viku og so vóna tey, at rættiligt glið kemur á.
Tað er Landsverk, sum skal tryggja Fíggjarmálaráðnum, at øll viðurskifti fyri stuðlinum eru fingin í rættlag.

Í rættlag
Ólavur Rasmussen sigur, at eins og svimjihøllin í Vági, bíðar Projekt Salt bara eftir, at úgjaldið, sum Løgtingið hevur samtykt, verður avgreitt.
Hann sigur, at tey eru í samskifti við landsstýrið og vóna at fáa viðurskiftini í ordan sum skjótast.
Heilt skjótt peningurin er goldin, verður klárt at fara undir sjálva verkætlanina.
- Tá ið peningurin er goldin, verður ferð sett á detailprojekteringina, so at arbeiðið kann bjóðast út, so tað tekur í mesta lagi ein mánað at avgreiða.
Men bæði fyri Svimjihøllina og Projekt Salt er tað galdandi, at tíðarætlanin hevur drigið út í samsvari við at útgjaldið frá landinum ikki er komið.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, men tað eydnaðist ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.