Suðuroyingar aftur til gongu

Nú fer at vára og nú verður aftur skipað fyri gonguferðum í Suðuroynni

Gonguferð

Nú fer at grønka í bø og haga og hetta er tíðin, har ferðavinnan kring landið aftur vaknar av álvara.
Í Suðuroy leggja tey longu til brots hetta vikuskifti við einum trivaligum gongutúri norðuri á Oyggj.
Sunnudagin verður skipað fyri gonguferð í fjøllunum rundanum Trongisvág.
Tey, sum vilja vera við, møta við kolanámini í Trongisvági sunnudagin klokkan 15.
Síðani verður farið til gongu eftir Langhamri, til ta gomlu bygdargøtuna til Fámjins. Síðani fylgja tey teimum gomlu varðunum norðureftir, yvirum Stórá og niðan fjall til varðan á Mannagjógv. At enda verður gingið eftir gomlu varðunum oman í Trongisvág.
Tey vænta, at hetta er ein ferð, sum varar einar tveir tímar.