Suðuroyggin í sori

Heidi Petersen, løgtingskvinna

Mannalagnurnar
Tann vantandi orkan og viljin hjá sitandi samgongu at føra vinnupolitikk er ein orsøk til, at Suðuroyggin í dag liggur í sori vinnuliga. 380 menniskju í ALS umframt øll tey langtíðararbeiðsleysu, sum fyri langari tíð síðani eru dottin úr arbeiðsloysisskipanini og kanska inn undir almannastovuna.

Hvør spyr eftir hesum menniskjum í dag? Familjur, kvinnur, menn og børn í øllum aldri, sum onki tilverugrundarlag hava havt í langa tíð? Hvussu sær gerandisdagurin hjá hesum menniskjum út? Hvat hava tey at fara upp til hvønn morgun? Hvussu halda tey dagin gangandi? Hvat mót hava tey upp á tilveruna? Hvørja lívsdygd eiga tey? Hvussu ávirkar hetta børnini, og hvørji langtíðarárin hevur hetta á tey og tilveru teirra? Í størri samanhangi kann eisini verða spurt, hvørji langtíðarárin henda kreppa hevur á alt samfelagið í Suðuroynni og á Føroyar annars?

Hvat skal til, so hesar familjur aftur kunnu fóta sær? Hetta umfatar bæði vinnupolitisk átøk, men eisini - og ikki minst - sosial/mentunarlig tilboð til kreppuraktu familjurnar.

Hvør eigur uppgávuna at lýsa hesi viðurskifti? Eftir mínum tykkieiga almennu Føroyar hesa uppgávu. Vit hava nógvar góðar stovnar, við vælútbúgvnum fólki, sum í felag kundu tikið hond um hesar spurningar. Eitt nú Fróðskaparsetur Føroya, Granskingardepilin, men eisini tey ráð, ið vara av hesum fólkum so sum Almanna- og heilsumálaráðið og Mentamálaráðið.

Mín áheitan til myndugleikarnar er tí: Fáið gongda á - ongantíð ov skjótt!

Sosial/mentanarpolitisk tiltøk
Tað tykist kanska einfalt at siga, at myndugleikarnir eiga at traðka til, men er politiskur vilji til staðar, og ikki bert henda vantandi málseting og handlikraft, sum vit síggja hjá sitandi samgongu, so eru nøkur vinnupolitisk og sosial/mentanarpolitisk átøk, ið kundu gjørt veruligan mun.

Lat meg nevna nøkur og byrja við menniskjunum. Fyri skúlabørn, ung og vaksin kundu myndugleikarnir sett fleiri pengar av til:
<sum$?$end$!$ musikkskúlaskipanina og gjørt tað ókeypis at luttikið hjá børnum og vaksnum, har tey vóru arbeiðsleys.<BR><sum$?$end$!$ frítíðarundirvísingina í skúlunum, so børnini kundu fingið fleiri undirvísingartímar í tilevning, máling, matgerð, smíð, ítrótti, hanarbeiði o.s.fr., alt eftir áhuga sjálvandi.<BR><sum$?$end$!$ ítróttarfeløgini, so til bar at seta venjarar í fulltíðarstarv.<BR><sum$?$end$!$ kvøldskúlaskipanina, so ung og vaksin kundu vunnið sær førleika innan nógv ymisk øki - kanska hugsa um onkra førleikagevandi útbúgving, sum kundu gjørst partur av einum alternativum vinnuvegi í oynni. Hugsi um ferðavinnuna, KT-vinnuna, tónleikavinnuna o.a.<BR>
Almennar íløgur
Samgongan hevur fulla ábyrgd av, at miðnámsskúllin í Vági nú liggur í andaleypi. Eitt skúladømi upp á dugnaloysi og ábyrgdarloysi hjá politiska myndugleikanum við Javnarflokkinum á odda. Tann menturnardepilin, sum ein miðnámsskúli í Vági kundi ment seg til, og sum veruliga hevði givið býnum eitt lyft inn í framtíðina, hevur henda samgongan gjørt til eitt klandursmál í Suðuroynni og tilvitað sett íbúgvar og bý- og bygdarráð upp ímóti hvørjum øðrum.

Í staðin fyri at siga við suðuroyingar, vit vilja raðfesta tykkum høgt í hesum tíðum og eisini byggja eitt ellis- og røktasrheim í Vági, fer samgongan inn og niðurbrýtur tann lítla glottan fyri framman, sum undanfarna samgonga setti skjøtil á. Politiskt dugnaloysi og ábyrgdarloysi, sum liggur uttanfyri alt mark.

Suðuroyggin eigur sera lítlan lut í almennu fyrisitingini, so upplagt hevði verið at lagt umsitingina hjá Strandferðsluni í Suðuroy, nú Smyril skjótt gerst einasta stóra ferðafólka- og farmaleið hjá Strandferðsluni. Men aftur her sakna vit politisk mál og vilja til verðuliga at bøta um støðuna.

Vinnupolitisk átøk
Fyrsta vinnupolitiska uppgávan eigur at vera at skipa fyri beinleiðis flutningsmøguleikum úr Suðuroynni niður á meginlandið tvær ferðir um vikuna. Hetta hevði verið ein almenn innbjóðing til feskfiskaframleiðarar um at stovna virksemi í Suðuroy.

Umframt hetta eigur bæði ferðafólka- og farmakostnaðurin at verða endurskoðaður, og sjálvsagt er, at túratalið hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð verður økt munandi.

So til spurningin um atkomuligheitina til vinnuvirkini í oynni. Føroya Fiskavirking hevur lagt árarnar inn í Suðuroynni, og eftir mínum tykki við sera ivasomum argumentum. Tá leiðslan hevði havt ábyrgdina av at reka virkini í nakrar fáar vikur, vóru virkini latin aftur, tí tey góvu hall. Eg skilji væl, at ikki áhaldandi ber til at reka virki við halli, men eftir so fáum vikum haldi eg ikki, leiðslan hevur gjørt nakra veruliga roynd at fáa tað at bera til. Ein og hvør leiðsla hevur til uppgávu at síggja til, at virkið ber seg, men hetta krevur tíð og ein møguleikar. Virkini í Suðuroy fingu ongan verðuligan møguleika. Avhøvdaði eftir 6 vikum ? spell!

Kravið til Fiskavirking eigur at vera, nú tað hevur spælt fallit í Suðuroynni, at onnur sleppa framat virkinum í Vágið, ið hevur ligið stilt nú í nógv Harrans ár.

Samanumtikið
Samanumtikið kann sigast, at breiða samgongan ikki røkir áhugamálini hjá borgarum í Suðuroynni. Tíðin og tilvildin ræður. Oyggin rekur fyri vág og vind, tí ongin politisk handlikraft er til staðar, og undir slíkum umstøðum fæst onki at næla.