Suðuroyggin og tunnlarnir her

Johan Dahl, løgtingsmaður
 

Nú í tosað verður um samferðslukervið á meginøkinum og tunnlar sum kostað tætt at milliardini at gera og sum skulu verða sjálvfíggjandi ,- so er hetta nakað sum ber til í meginøkinum orsakað av ferðslutíttleikanum og mongdini av bilum og flutningsaktivitetinum sum allur er konsentreraður um Skálafjørðin og Kollafjørð /Tórshavn.(Næsta stóra ætlaða almenna projektið er Sandoyartunnilin sum kemur at knýta Sandoynna til meginøkið.
Tá hendan ætlan er framd er Suðuroyggin einasta stóra oyggj, sum ikki er samanbundin við restina av meginlandinum og tí krevst eisini at hon virkar sum ein sjálvstøðug eind í Føroyum og at alt infrakervið og umstøðurnar at livað og virkað eru eins góðar og í restini av landinum  ella kanska betur fyri at fáa fólk at trívast.
At Suðuroyggin endiliga, eftir tos um hetta í nógv ár er í gongd við tunnilin millum Øravík og Hov er gott fyri oynnað og fólkið og kemur at lættað munandi hjá mongum at sleppa undan at koyra um hovseggina til og frá arbeiði. Fyri flutning við tungum góðsi er hetta eisini ein ótrúlig forbetring og tryggleiki tað at sleppa undan hovsegg. .
At Hovstunnilin verður gjørdur skal ikki verða einstýðandi við at nú er liðugt at gera tunnlar í suðri og at suðringar nú hava fingið nokk, enn er langt á mál.
FÀMJINSTUNNILIN
1. Fólkatal og broytingar :
1. januar1985199019952000200120022003200420052006Fámjin127126125116111113110110114117
Politikarar sum hava verið valdir í oynnið ígjøgnum ártíggjir, hava til hvørt einasta val lovað at nú skuldi Fámjinstunnilin gerast, men ak - hvørja ferð stemmunar eru taldar so er tunnilin eisini gloymdur  til næsta val so kemur hann úr aftur mjølposanum.(Tó skal sigast at nakrar fáar hundrað túsund hava verið játtaðar til borikanningar,- ilt var annað!!
Hesin tunnil er líka umráðandi fyri yvirlivilsi hjá Fámjin og at fáa ungdóm og familjur at støðast og festa búgv har, sum sandoyartunnilin er fyri Sandoynna og fólkið har, tað eiga vit ikki at gloyma.
Tað eru gjørdar 3 alternativar linjuføringar til hendan tunnil uppá ávíkavist 564 m, 769 m og 897 m undir Øravíksskarði.(Tann prísur sum er nevndur og sum er ávirkaður av um alternativ. 1 ,2 ella 3 verður tikið millum 38 og 48 mill fyri liðugan tunnil og millum 31 og 38 mill fyri parvís lidnan tunnil. .
ØLL ÚTGERÐIN NÆRMAST À STAÐNUM
Nú meðan øll útðgerðin hjá Ístak er á staðnum og er arbeiðsstøðin fáar minuttir frá staðnum har linjuføring til hendan tunnilin er, so átti samgongan at brúkt vanligt vit og skil og og um ikki annað so borað sjalvan tunnilin ígjøgnum, um ikki ráðini eru til at gera allan tunnilin lidnan.
Tað frættist annars nú, at í samband við gerð av Øravik Hovstunnlinum eru sneiddur somikið vesturiyvr at tað eru smáir 800 m úr hesum tunnlinum til nærmasta íbindandi vegalið til Fámjins, so kanska skuldi verið umhugað at gjørt ein síðutunnil vesturyvir til Fámjinsvegin?. Tað eigur straks at hyggjast at hvat hetta vildi kostað.
.
Uppgraderingar og lúkan av trygdarkrøvum og viklíkahaldið av (Hvalbiartunnilin, Sandvíkstunnilin og Sumbiartunnilin:
Hvalbiartunnilin, sum var fyrst gjørdi tunnil í Føroyum og harvið eisini ein av teimum gomlu tunnlunum, sum ikki er gjørdur til teir normar sum ídag eru kravdir fyri tunnlar í hædd ,breidd, ljós,bruna og ferðslutrygd osfr. eigur at verða uppraðfestur í samband við viðlíkahald og eigur at verða havt í hugað antin at fáa tunnilin hækkaðn og breiðkaðan so at vanlig lastbila -og bussferðsla kann ferðast gjøgnum hann - ella alternativt verður gjørd ein kostnaðarmetan av hvat er bíligari at gera nýggjan tunnil ella víðka núverandi.(Tað hevur í mong ár verið ein stórur trupuleiki fyri t.d fiskaflutningin úr Hvalba at tunnilin ikki hevur havt neyðuga hædd fyri lastbilar.
Sandvíkstunnilin er í sama bási sum hvalbiartunnilin og eigur eisini at verða uppraðfestur í smb.við viðlíkahald.

Fólkatal:
1. januar1985199019952000200120022003200420052006
Hvalbiar Kommuna828836786776762763767770778762


Sumbiartunillin:

Fólkatal í Sumbiar sókn: Sumba,Lopra og Akrar:

1. januar1985199019952000200120022003200420052006
Sumbiar sókn542515453403407433428410390381
Hesin tunnil er ongantí gjørdur liðugur og er neyðugt at fáa hann gjørdan so hann líkur trygdarkrøvini.(Har er m.a. onki ljós og hendir ein vanlukka so er onki samband og ongar neyðtelefonir.(Sjálvur koyribreytin hevur harliga brúk fyri at blíva asfalterað skjótast.
 
Viðlíkahalds raðfestingin fyri tunnlarnar ørkymlar:(Tað ørkymlar ikki sørt meg sum tingmann fyri Suðuroynna at síggja at t.d. Gásadalstunnilin fær allar neyðugar installatiónir og verður gjørdur heilt liðugur eftir forskriftunum, alt meðan bæði Hvalbiar og Sumbiartunnilin sum hava nógva dagliga ferðslu, liggja sum eitt skendsil fyri infrakervið og føroyska tunnilsger.
Hetta ber snøgt sagt ikki til og skal raðfestast fremri enn nú er gjørt.
Eitt gott infrakervið er ein av teimum mest umráðandi faktorum fyri trivnaði og livilíkindum bæði sosialt og vinnuliga á útoyggj , karmarnir mugu verða tryggir og eiga vit at raðfesta neyðugu upphæddirnar á fíggjarlógini til hetta økið .
Politiskt eiga hesir omanfyri nevndu tunnlar at raðfestast frammarliga og væl meira frammaliga enn teir eru í løtuni.
Teir politikarar sum beinleiðis og óbeinleiðis hava tilknýti til Suðuroynna á løgtingið eiga saman við restini av ting- og samgongumanning, at virka fyri at omanfyri nevnda verður framt í verkið.