Suðuroyggin og Kypern syndromið

Finnleif Guttesen

Er hendan oyðileggjandi sjúkan við at fara í søguna, nú vinnufeløg í allari oynni tosa saman og ávísar kommunur leggja upp til samstarv?

Onkrir sjálvútnevndir "serfrøðingar" norðanfjørðs, skrivaðu um støðuna í Suðuroy, tá landsstýrið kom við einari ætlan um bygging av ellisheimi og miðnámsskúla. Til teir er bert eitt at siga, tit hava ikki ánilsi av, hvussu drepandi hetta Kypern symdromið er í Suðuroynni og fyri okkum øll, sum búleikast her.
Fyri at skera tað út í papp, so er støðan akkurát sum í Avstralia, har hvørki Sydney ella Melbourne kundu góðtaka tann annan sum høvuðsstað og tí bleiv Canberra, sum er væl minni og liggur ímillum teir báðar, høvuðsstaður.
Hetta er ein veruleiki sum suðuroyingar kenna alt ov væl, menn sokallaðir "lokalpatriotar" vilja ikki góðtaka broytingar, teir hugsa bert lokalt og um egnu áhugamál, og eru tí ein drepandi forðing fyri framburði í allari Suðuroynni.

Kommunurnar mugu broyta hugburð og ganga fremst
Kommunurnar í Suðuroy, serstakliga Tvøroyrar og Vágs kommuna. hava gingið fremst fyri at verja hvørt sítt lítla kongaríki ella dunnuhyl, har má onki fara út um bøgarðarnar.
Skal nakað kommunalt arbeiði gerast, so skal tað helst gerast av arbeiðstakarum innan fyri bøgarðarnar, at bjóða tað út til arbeiðstakarar í allari oynni kemur næstan ikki uppá tal.Tað er so galið, at arbeiði fer heldur av oynni, enn at tað fer út um bøgarðarnar.
Tað sita fleiri kommunalpolitikarar, sum bert hugsa um egnu áhugamál og fáa hesir ikki mótspæl frá teimum, tíverri fáu, sum tonkja upp á heildina, ja, so eru hesi seinnu tíverri nakrar vatnissur, sum einki hava at gera í einum kommunustýri.

Barnavernadarøki
Eitt mál, sum skuldi verði ein sjálvfylgja fyri allar kommunurnar at samstarvast um,er barnaverndarøki, og har hevur Porkeri tikið ábyrgd og bjóða seg fram til at húsa einari felags barnavernd.
Tað verður áhugavert at síggja, um politikararnir á Tvøroyri og í Vági hava dirvi til, at taka undir við hesum tilboðnum ella um lokal áhugamál fara at forða hesum.

Brandmeistari
Tað verður søkt eftir brandmeistara til sløkkiliði á Tvøroyri, sum samstarvar við Hvalba.
Tankar hava verði frammi í Hvalba um, at, hví ikki søkja eftir einum brandmeistara fyri alla oynna, sum kann samansjóða øll sløkkiliðini og samstundis verði ráðgevi hjá kommununum í brunamálum.
Her verður tað aftur politikararnir á Tvøroyri og í Vági, sum skulu taka í egnan barm og vísa, at lokal áhugamál, sum til dømis, hvør skal hava starvi, ikki forðar fyri einum samstarvi.

Kvøldskúlarnir
Tað er næstan skomm at síggja tær neyðars lýsingarnar frá kommununum í Suðuroy um kvøldskúla tilboð.
Hví í allari víðu verð krevja kommunurnar (tær gjalda 50%) ikki av kvøldskúlaleiðarunum, at teir gera eina felags kvøldskúlaskrá fyri alla Suðuroy. Harvið hevði uttan iva, komi fleiri tilboð og verði størri undirtøka. Og tað er góð tí, til at gera hesar broytingar til komandi vetur.
Vilja kvøldskúlaleiðarnir,sum man kann hava illgruna um, ikki verða við í hesum broytingunum, so er bert eitt at gera, skift teir út.

Um kommunupolitikarar serstakliga á Tvøroyri og í Vági, meina nakað sum helst við orðinum samstarv, vil komandi tíðin vísa. Tí tað er eingin ivi um, at politikararnir í hinum kommununum eru nógv meiri fyri samstarvi í allari Suðuroy enn politikararnir á Tvøroyri og í Vági hava verði.

Livst so spyrst