Suðuroyggin og flutningsspurningurin

Sámal Matras Kristiansen
???????????????
Tað er av sonnum syrgiligt sum Føroya syðsta oyggja er farin illa hesi seinastu fimtan árini. Síðandi kreppan byrjaði at gera um seg í nítiárunum hevur lítið gott verið at hoyrt úr oynni, og úr Vági hava næstan bara verið neyðarróp. Hetta er væl skilligt, tí Suðuroyggin er nú í 2005 enn meiri afturútsigld enn hon longu var tá ið kreppan var uppá sítt versta. Og her er eingin bati at hóma. Allar loysnir sum talað verður um, eru av slíkum slagi, at tær halda í besta føri nøkur ár fyri síðani at detta niðurfyriaftur, uttan at oyggin sum heild er komin víðari. Tað er sum at mýga í brøkurnar. Tað vermir eina løtu, men tá ylurin er kølnaður, byrja beinini at frysta hvaðna verri.
Eg haldi tað vera harmiligt at so nógvar góðar loysnir verða havdar á lofti, uttan at nakar torir at nema við ta veruligu grundina til at tað er so illa statt í Suðuroynni. Burtursæð frá nýggja (sera skilagóða) sparikassastjóranum eru sera fá, ið av álvara tosa um tørvin av einum beinleiðis sambandi av Suðuroynni og niður á meginlandið. Her verður í staðin tosað um ein betri Smyril (alt gott um tað) og flutningsstuðul og aðrar stuðuls-skipanir og aðrar gamalkendar loysnir. Men trupulleikin, tann strukturelli vansin hjá Suðuroynni, er at øll vøra sum nú er - tað veri seg út- sum innflutningur skal um Havnina at venda. Bert hetta, at Suðuroyggin í grundini hevur einans bý at útflyta sínar vørur til, nevniliga Tórshavn, ger at framleiðslan neyðturviliga (alt annað líka) verður dýrari, um veruligi marknaðurin er at finna suðuri í Evropu og man skal kappast við somu vørunum. Harumframt kemur sjálvandi tíðartrupulleikin, nevniliga at góðskan minkar jú longri fiskurin bíðar eftir ávikavíst at verða virkaður og seldur.
Sjálvandi er møguligt at loysa nakrar av hesum trupulleikum við ymiskum stuðulsskipanum. Men so leingi einki beinleiðis samband er millum Suðuroynna og evropeiska meginlandið, er tað sum at mýga í brøkurnar. Skipanin heldur nøkur ár - í besta føri - og síðani dettur alt niðurfyri aftur og skal setast upp aftur á slitnu almennu høkjurnar. Men oyggin kemur ikki víðari, men verður heldur uppaftur meiri afturútsigld í mun til restina av landinum, ja kann við tíðini enntá gerast ein bági fyri samanlagda føroyska búskapin, ið neyvan hevur ráð at fara ígjøgnum enn eitt lemjandi stuðulsævintýr.
Sum eg dugi at síggja tað, er einasta loysnin fyri at fáa Suðuroynna til aftur at gerast eina blómandi oyggj, at loysa flutningsspurningin. Hetta kann gerast á nógvar hættir. Men mest nærliggjandi er, at interessentar úr oynni - kanska við hjálp úr onkrum Suðuroyargrunni - keypa seg inn í etthvørt flutningsfelag og harvið skapa eina trygga og burðardygga flutningsloysn, ið ger Suðuroynna, t.d. Drelnes til seinastu havn Útnorðurs áðrenn Bretland, soleiðis at Suðuroyggin á hendan hátt hevur ein kappingarfyrimun í mun til restina av landinum hvat viðvíkur tíð frá flakavirki til søludisk. Um Suðuroynni skal verða eina góða framtíð lagaðari, so er neyðugt at koma burturfrá útjaðarahugsunarháttinum, og í staðin byrja at hugsa seg sjálvan sum ein miðstað. Tí at tað er altíð í miðstaðunum at framtíðin liggur. Og við tíðini fara suðuroyingar - hvør veit - at eiga sítt egna flutningsfelag.