Tað er sjónligt, at val er í hondum og at tætt samanfall er millum fíggjarlóg og løgtingsval. Í Nólsoy sæst tað best við at SSL heldur tey ferðandi fyri tað turra spott. Ivist onga løtu í, at jólafrokostur teirra ber fram onkran tátt um hvussu friðalig vit eru, í búðleikast í Nólsoy.
Tað er sjálvsagt, at mjólkin skal førast úr Kalsoynni - eins væl og mjólk skal førast til Nólsoyar, og at farmur skal førast til og úr norðuroyggjum - eins væl og vit í Nólsoy hava tørv á gerandisfarmi.
Tað er eisini sjálvsagt, at tá ið einki eykaskip er, so skal Alfa Pilot loysa av og røkja sambandið til Nólsoyar - men spennandi verður um hetta er sjálvsagt, tá ið talan verður um farleiðina suður til SSL-høvuðsskrivstovuna. Nei! Tá verður annað lag. Tá verður helst sum undanfarnu ár, leitað uttanlands eftir nøktandi ferju at leiga.
Alfa Pilot, við sjey sitiplássum innandura, hevur hvørki morgunmat, døgurða, nátturða ella annað, ið hóskar "Kostárinum 2011" til. So afturat støddini, vildu suðuroyingar ikki sæð hetta sum teirra avloysaraskip. Her kann tú ikki so frægt sum keypa tær ein kaffimunn!
Góðu tit, ið fara at bjóða tykkum fram til løgtingsvalið í næstum! Setið nøkur orð fram, ið vísa hesum 177 atkvøðunum í Nólsoy hvar tit raðfesta nýggju ferjuna til Nólsoyar.
Góðu tit, komandi politikkarar, setið samstundis orð á hvussu allar hinar atkvøðurnar í hesum oyggja-samfelag kunnu kenna seg trygg at eykaferjan Ternan liggur klár at loysa, tá ið trupulleikar eru við SSL-flotanum.
Tey valevni, ið tora at seta orð og áramál á verkætlanina, og ætla at halda orð (í mun til alt ov mong undanfarin landsstýris- og løgtingsfólk) kundu kanska gjørt sær ein túr til Nólsoyar at skipa fund um hesa alneyðugu skipabygging?
Tey valevnið, ið ætla at nýta hetta høvið at bera fram ferjuna sum valagn - eins og vit hava sæð í mong ár - tykkum skulu vit nokk gjøgnumskoða! Hetta var ikki ein hóttan, men eitt lyftið!
Við bestu ynskjum