Samskipari er settur fyri ferðavinnuna í Suðuroynni. Eileen Sandá er sett í starvið og byrjar hon tann 1. desember í nýggja starvinum.
Móti streyminum
Eileen Sandá er fødd og uppvaksin í Vági, men hevur lisið og búð uttanfyri landoddarnar, í Keypmannahavn, og eisini nøkur ár í Havn, men fyri nøkrum árum síðani gjørdu hon og familjan av at royna eydnuna í Suðuroynni, og sostatt flyta úr miðstaðarøkinum, og í útjaðaran.
Hon hevur ymsar starvsroyndir, og hevur seinasta árið havt avloysarastarv í Vágs Kommunu.
Nýggj avbjóðing
Um nýggju avbjóðingina sigur Eileen Sandá, at nógv er at tríva í, men at nógv longu er, ið verður bjóða fram, ella er vert at bjóða ferðafólki. Eisini metir hon, at náttúran í Suðuroynni er vøkur, men at ymsir karmar kundu verið betraðir.
Millum annað forða trongu tunnlarnir til Hvalbiar og Sandvíkar fyri, at størri bussar við ferðafólki sleppa tann vegin, og mugu slíkar ferðir tí skipast í smærri bólkum.
Hon fegnast um, at seinnu tíðina er ymsikt hent, ið m.a. bjóðar Suðuroynna fram sum mál fyri upplivingarferðum, og at ymiskt annað er ávegis, tá umræður gistingarhús og mentanartilboð.
Eisini metir hon, at rímuligt hevði verið at fingið campingpláss í Suðuroynni. Hon vísir á, at onki slíkt er í landinum, sum stendur mát við altjóða krøv, og her kundi Suðuroyggin gingið á odda. Eisini metir hon, at ov lítil partur av teimum útlendsku ferðandi, ið vitja í føroyum, leggja leiðina til Suðuroyar, og at hetta má broytast.
Eileen Sandá sigur, at nakað av tí fyrsta, ið hon fer at gera, er at arbeiða við heimasíðu, ið lysir tilboðini í Suðuroynni. Eisini fer hon at tosa við tey fólk í oynni, sum fáast við ferðavinnu.
Enn veit nýggi ferðavinnusamskiparin ikki, hvar haldast skal til, tí enn er ikki gjørt av, hvar skrivstovan hjá nýggja samskiparanum skal vera.










