Mathias Lassen
??????????????
Nú verður dúgliga skrivað um Suðuroynna, serliga eru tað politikkarar, sum siga sína hugsan. Tað er eisini vanligt, tá tað stundar til val.
Hesir politikkarar vita so ógvuliga væl, hvat rættast er, men um hesi somu fólk hugdu í bakspeglið, hugdu eftir, hvat tey hava gjørt fyri Suðuroynna í øll tey ár, sum tey hava sitið í bý- og bygdarráðum, so varð teirra úrslit sera væl lýst í Degi og Viku týskvøldið 21. sept. Sagt varð, at í 1950 búðu 20% av øllum føroyingum í Suðuroy. 20% í dag er tað sama sum 10.000 fólk, men verðuleikin er tann, at 5.000 fólk eru búsitandi í Suðuroy í dag.
Hesir politikkarar, sum sitið hava hesi seinastu 50 árini, hava stórt sæð av-fólkað hesa vøkru og sermerktu oyggj. Skammið tykkum.
Eg minnist 50-ini. Hóast kreppu í øllum landinum, so var tað Suðuroyggin, sum helt longst út. Hon mátti eisini lúta til síðst, og øll virkini fóru á heysin, eitt fyri og annað eftir, men tað var fleiri ár eftir at Sjóvinnubankin var farin á heysin.
Eingin fall í fátt, og skjótt tóku menn og kvinnur seg saman, og settu gongd í aftur virksemið. Tað var tann positivi andin í fólkinum sum dreiv verkið. Tað stríð sum tá var millum bygdirnar, tað varð ornað sunnudag á plenuni.
Men so fóru politikkarar at stríðast og berjast, og tað hevur niðurbrotið allan tamm positiva andan sum var í fólkinum.
Hugsið tykkum eitt húski við fleiri børnum. Um pápin og mamman alla tíðina hava ein negativan holdning, so vaksa børnini upp í einum negativum anda og í slíkum føri spyrst einki burtur úr. Og soleiðis uppliva vit kommunustýrislimirnar í dag, tað er ein negativur andi innan bý- og bygdarráðsgátt, og í tí anda vaksa vit (borgararnir) upp í. Tað kann ikki spyrjast nakað gott burtur úr.
Nú hesi fólk skriva í bløðunum, er tað helst fyri at verða vald inn í bý- og bygdarráð, men eg vil inniliga heita á tykkum, um at taka tykkum saman og finna eina positiva gongda leið og leggið svørðini frá tykkum, tað er eitt krav frá okkum borgarum. Lat hetta val snúgva seg um at standa saman sum ein maður.
Kunnu tit ikki tað, so biði eg tykkum so inniliga um, at tit ikki lata tykkum stilla upp til hetta kommunuval. Vit vilja hava, at fólkið stendur saman sum ein maður, líka úr Sandvík til Sumbiar.
Hugsið tykkum til, at í dag kundi 10.000 fólk búð í Suðuroy, um tit høvdu handlað rætt. Takið tykkum saman, vælsignaðir menn og kvinnur.