Tað hevur uttan ivi verið kærkomin lesnaður fyri flestu suðuroyingar, tá Hagstova Føroya í gjár kunngjørdi nýggjastu hagtølini fyri fólkatalið, har víst varð á ein lítla vøkstur í Suðuroynni.
Seinastu tíðina hevur trendurin annars verið, at meðan fólkatalið veksur kring landið, so hevur Sandoyggin staðið í stað, meðan Suðuroyggin hevur minkað.
Nýggja dagføringin av fólkatalinum vísir ein fólkavøkstur á 12 íbúgvar í Suðuroynni. Tað er ein prosentvísur vøkstur á 0,3 prosent, og búði 1. september 2016 4.590 fólk í Suðuroynni.
Lítli vøksturin skyldast bæði nettotilflytingini og burðaravlopinum. Farna árið vóru 52 suðuroyingar bornir í heim, meðan 47 suðuroyingar doyðu. Tað er eitt burðaravlop á fimm fólk.
115 fólk fluttu til Suðuroynna hetta tíðarskeiðið, meðan 77 fólk fluttu av Suðuroynni og landinum og 31 fólk fluttu til eina aðra oyggj í Føroyum. Tilsamans gevur tað ein lítla vøkstur í nettotilflyting á sjey fólk.