Arbeiðsloysið í Suðuroynni er nógv hægri enn tað er í landinum annars. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá hagstovuni yvir arbeiðsloysið kring landið.
Uppgerðin vísir, at fyrsta mei var arbeiðsloysið 1,8 prosent í miðal. Men hinvegin er stórur munur á, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi.
Nógv harðast rakt er Suðuroyggin, tí har er arbeiðsloysið heili 6,3 prosent og tað er 3,5 ferðir so høgt sum tað annars er í miðal.
Í Sandoynni er arbeiðsloysið tvey prosent, men annars er tað ímillum 0,8 prosent í Eysturoy, har tað er lægst, upp í 1,7 prosent í Vágum og í Suðurstreymoy.
Tá ið arbeiðsloysið var lægst var tað september, oktober og november í fjør tí tá var arbeiðsloysið 0,9 prosent, men síðani er tað hækkað so líðandi.
##med2##
Annars vís tølini, at munurin ímillum kynini er minkaður burtur í einki. Vanliga hava kvinnur verið nógv harðari raktar av arbeiðsloysi enn menninir hava verið, men hesa seinastu tíðina er munurin javnaður rættiliga nógv út, Men heilt burtur er hann kortini ikki, tí nú er arbeiðsloysiðhjá kvinnum tvey prosent oghjá monnum er tað 1,5 prosent.
Tey, sum eru tald við í uppgerðini, eru fólk ímillum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum.












