Arbeiðsloysið í Føroyum minkar alsamt og tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at í apríl var tað 2,2 prosent. Tað er eitt sindur lægri enn í mars, tá ið tað var 2,2 prosent. Men fyri einum ári síðani var tað 2,4 prosent, so gongdin er minkandi.
Sum heild er arbeiðsloysið áleið tað sama um alt landið, men tað er minst í Norðoyggjum, har tað ikki er meiri enn 1,4 prosent, men í Vágum er tað heldur ikki meiri enn 1,5 prosent og í Sandoy er tað 1,7 prosent. Í Eysturoy og í Streymoy er arbeiðsloysið ímillum tvey og 2,3 prosent.
Men so er tað Suðuroy, sum framvegis er í eini heilt serligari støðu, tí har er arbeiðsloysið heili 5,1 prosent og tað er meiri enn tríggjar ferðir so nógv, sum í Norðoyggjum og í Vágum.
Arbeiðsloysið hevur verið nógv hægst í Suðuroy í langa tíð. Men Hagstovan vísir á, at annars hevur arbeiðsloysið í Suðuroy verið fallandi, frá síðsta summar, tá ið tað var hægst, ella seks prosent, men so minkaði tað niður í fýra prosent, áðrenn tað so aftur er hækkað upp í 5,1 prosent.
Í Suðuroy sýsla eru stór sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað er langt oman fyri arbeiðsloysið í restini a landinum annars, og munurin heldur økist enn minkar, sigur Hagstovan
Í flestu sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta seinasta árið, uttan í Eysturoy, har tað er hækkað úr 1,6 prosent upp í tvey prosent, og í Suðuroy, har tað er hækkað úr fýra prosentum upp í 5,1 prosent.. Mest er arbeiðsloysið minkað í Sandoy, har tað er minkað úr 2,3 prosentum niður 1,7 prosent.
Verður hugt fleiri ár aftureftir er arbeiðsloysið sum heild minkað munandi. Tó hevur fallið verið ójavnt í ymisku sýslunum og sveiggjandi. Suðuroyar sýsla er tó í eini serstøðu, har tað eru ógvislig sveiggj í arbeiðsloysinum, samstundis sum tað liggur langt oman fyri støðuna í landinum annars, og munurin heldur økist enn minkar.









