Suðuroyggin enn best fyri

Hóast FC Suðuroy bara fekk javnt og TB mátti lúta, liggja tey bæði suðuroyarliðini framvegis best fyri, tá tað snýr seg um møguleikan fyri uppflyting

FC Suðuroy, sum hevur sæð út sum sterkasta liðið í 1. deild hjá monnum higartil, fekk ikki leygardagin ynskiliga úrslitið á útivølli í Leirvík ímóti Víkingi. Einki mál kom fyri steðgin, men sjálvt um suðuroyarliðið kom framum eitt korter inn í seinna hálvleik, helt leiðslan sær bara í 10 minuttir, tá Víkingur við brotssparki kundi javna. Báðir partar høvdu møguleikar at avgera dystin, men einki mál kom aftrat, og hóast stigamissin, er FC Suðuroy framvegis einsamalt á odda.
Hitt suðuroyarliðið, TB, dragnaði eitt sindur, tá tað á heimavøllinum í Hvalba ikki eydnaðist at fáa nakað sum helst í dystinum ímóti einum av hinum uppflytingarkandidatunum, AB. Tvørturímóti fóru argjamenn avstað við øllum, tá teir við tveimum málum í seinna hálvleiki tryggjaðu sær sigurin. Sum skilst, hevði AB yvirvág tað nógva av dystinum og vann uppiborið.

NSÍ ímillum
Teir næstbestu hjá NSÍ hava havt nøkur góð úrslit á rað og hava nú lagt seg millum FC Suðuroy og TB á stigatalvuni. Hesa ferð var NSÍ á vitjan hjá teimum næstbestu hjá EB/Streymi, og við einum máli í hvørjum hálvleiki eydnaðist teimum gulu at vinna 2-0. Nú er tað blivið til fýra sigrar á rað til NSÍ, og tað røkkur altso til næstfremsta plássið.
Ikki hevur gingist heilt eftir vild hjá FC Hoyvík, men síðstu dystirnar hevur sæð betur út, og um vikuskiftið eydnaðist at vinna grannauppgerðina ímóti HB við einum máli. Hoyvíkingar byrjaðu illa, men fingu kortini einasta málið í dystinum, tá bara eitt korter var farið, og eftir tað stóð FC Hoyvík fyri tí mesta, hóast tað ímóti endanum fyri tað nógva snúði seg um at verja, tí liðið fekk ein spælara útvístan, tá eitt korter var eftir.
Undan dystinum um vikuskiftið var besta úrslitið hjá skálamonnum ein javnleikur, og eftir fyrra hálvleiki at døma, gjørdist tað kanska einki mætari, nú næstbesta manningin hjá 07 Vestur vitjaði, tí hálvleiksstøðan var 0-0. Men eftir steðgin gjørdi Skála bart og skoraði fýra ferðir, so talan gjørdist um ársins fyrsta sigur, ið enntá gjørdist sera tryggur, tá avtornaði.