Hvør og hvat skuldi forða fyri tí?
Danjal Bjarkhamar (DB), býráðslimur í Vági, leggur upp til áhugavert tjak um samanlegging av kommununum í Suðuroy (dimma 27.sept.03).
Eg má viðganga, at eg bleiv vónbrotin tá DB í sínari grein bert vendur sær til helvtina av suðuroyingunum, ístaðin fyri til øll sum búleikast á hesari vøkru oyggj.
Um Suðuroyggin var ein samla eind,-og hvat skuldi forða fyri tí,- høvdu vit staði sterkari í allar mátar.
Eg eri samdur við DB tá ið hann sigur, at vit skulu síggja eina samanlegging sum eina avbjóðing, ein møguleika at menna umstøðurnar, men ikki bert hjá einum ávísum parti av teimum sum búgva í Suðuroy, men í allari Suðuroy.
Eg havi tí ein spurning til DB um, hví hann bert vil vera við til at menna umstøðurnar hjá helvtini av teimum, sum búleikast í Suðuroy?









