Tíverri hevur tað víst seg, at kommunupolitikarar úr Suðuroynni mangan hava staðið spjaddir og harvið veikari í mun til restina av landinum. Tað er eingin ivi um, at ósemja millum lokalar politikarar og ikki íbúgvarnar, hevur forðað fyri framgongd í Suðuroy. Tí átti Suðuroyggin at verði løgd saman í eina kommunu sum skjótast.
Suðuroyggin hevði staðið seg nógv sterkari, bæði innanhýsis og mótvegis restini av Føroyum, hevði hon verið samlað í eina felags kommunu. Harafturat hevði umsitingin hjá felagskommununi kunna ment seg og eggja fólki við hægri útbúgving at flutt suður.
Nú Føroyar gerast eitt valdømi, er tað av alstórum týdningi, at Suðuroyggin gerst ein sterkari eind, og hetta verður ikki veruleiki, fyrr enn oyggin er ein kommuna.
Eitt annað er, at tað átti ikki at verið neyðugt, at heili sjey kommunustýrir skulu til, fyri at stýra teimum 4933 íbúgvunum, ið sambært Hagstovuni búði í Suðuroy 1. august í ár.
Fólkaatkvøða fyri alla oynna
Í lógini um sjálvbodnar kommunusamanleggingar, ið kom í gildi í februar í ár, verður givið landsstýrismanninum heimild at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging.
Hesa heimild eigur landsstýrismaðurin at nýta, og skipa fyri einari fólkaatkvøðu í øllum kommunum í Suðuroy. Verður meiriluti fyri einari kommunu millum íbúgvarnar í Suðuroynni, so eigur fólkaatkvøðan at verða fylgd og Suðuroyggin løgd saman í eina kommunu við lóg áðrenn næsta kommunuval.