Suðuroyartunnilin er aftur nú tikin upp í Løgtinginum

Jørgen Niclasen skal nú greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur um tunnil til Suðuroyar

Ætlar samgongan undir arbeiðið at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað er ein spurningur, Jørgen Niclasen, landssýrismaður í samferðslumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.

Tað er Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og fyrrverandi landsstýrismaður á økinum, sum hevur reist spurningin um Suðuroyartunnilin í Løgtinginum.  

Og í tí sambandi hevur hann spurt Jørgen Niclasen um hann ætlar at seta eitt alment tunnilsfelag á stovn fyri Suðuroyartunnilin. Og um so er vil løgtingsmaðurin hava at vita, nær felagið verður stovnað.

Og so spyr hann eisini um samgongan ætlar at gera forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnilin, meðan Sandoyartunnilin verður boraður.

Heðin Mortensen vísir til úrslitið hjá einum arbeiðsbólki hjá Samferðslumálaráðnum, sum hevur víst á, at fyri samfelagið eru fleiri samfelagsligar fyrimunir við einum Suðuroyartunli.

– Fyrst og fremst fyri tey, sum búgva í Suðuroynni, men tað er eisini ein fyrimunur  fyri alt landið, tí tá ber til at samskipa vælferðartænastur og tá verða allar Føroyar eisini ein marknaðir í sambandi við vørur og tænastur.

Arbeiðsbólkurin metir, at í fyrsta lagi verður tað koyrandi til Suðuroyar í 2030, men so skal arbeiðast skjótt.

– Tá er Smyril næstan 25 ára gamal og neyvan í sama standi sum í dag, og tí mælti arbeiðsbólkurin til at stovna eitt alment partafelag sum skjótast, og at seta partapening í felagið, so farast kann undir neyðugu forkanningarnar og fyrireikingarnar.

Arbeiðið við at bora Sandoyartunnilin verður væntandi liðugt við ársenda 2021. Og arbeiðsbólkurin metti, at tað er tað er rætt at brúka hesi bæði næstu árini at fyrireika Suðuroyartunnilin. Hendan tíðin skal sostatt brúkast upp á at fáa greiði á, hvørjur fyrimunir, ella vansar, eru at fara undir arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin samstundis – ella stutt eftir – at arbeiðið upp á Sandoyartunilin er liðugt, sigur Heðin Mortensen.