– Eg síggi hetta sum eitt nokk so prinsipielt mál.
Tað sigur Ruth Vang, sum er løgtingskvinna fyri Framsókn, og forkvinna í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum.
Hon er ikki sannførd um, at hetta er rætta løtan at hugsa alt ov ítøkiliga um at gera ein knýta Suðuroynna upp í meginøki við undirsjóvartunli.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslmálum, hevur biðið Løgtingið um loyvi til at brúka 500.000 krónur til at jarðfrøðiligar kanningar í sambandi við ein framtíðar undirsjóvartunnil ímillum Suðuroynna og meginøkið.
Men Ruth Vang er ikki sannførd um tað er rætt at at gera nú. Hon heftir seg serliga við, at í grundgevingini fyri at biðja um pengarnar, sigur landsstýrismaðurin, at eftir ætlan verður farið undir Suðuroyartunnilin, tá Sandoyartunnilin er liðugur.
Hann sigur eisini, at Landsverk heldur, at besta loysnin er at gera ein tunnil av Sandi til Skúgvoyar og síðani aftur tunnil úr Skúgvoy til Sandvíkar.
Jarðfeingi hevur givið Landsverki eitt tilmæli um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at verða gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag fyri at fara undir verkætlanina. Og tí biður Henrik Old nú um eina hálva millión til slíkar forkanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.
Men Ruth Vang heldur, at hetta er rættiliga prinsipielt og hon vil tí ikki lova, at pengarnir verða játtaðir, tí tað er ein spurningur, fíggjarnevndin fer at viðgera.
Hon ásannar, at fyrr ella seinni skulu vit hava Suðuroyartunnil. Men tann stóri spurningurin er, nær hann skal gerast og tað hevur ógvuliga stóran týdning at velja røttu løtuna at fara undir hann
Hon vísir á, at røddir hava longu verið frammi um at gera Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin ísenn. Og tað fær Ruth Vang at hugsa um áttatiárunum, tá ið alt bar til, og tá ið alt helst eisini skuldi gerast ísenn.
Hon heldur eisini, at vit mugu lurta eftir ávaringun hjá Búskaparráðnum, sum heldur, at tað er nógv ferð á búskapinum og tí eiga myndugleikarnir at vera varnir við at seta sjøtul á enn fleiri stórarbeiði. Búsksparráðið ávarar okkum ímóti at endurtaka mistøkini frá kreppuni, sigur Ruth Vang.
Men hon leggur afturat at tað merkir kortini ikki, at tað er skeivt at fyrireika tunnilin, so at vit eru reiðar, tá ið rætta løtan er. Men hetta eru spurningar, tey skulu viðgera nágreiniligari í Fíggjarnevndini, sigur hon.
Hinvegin tekur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, fult undir við at farið verður undir Suðuroyartunnilin.
– Fáa vit bundið landið saman, verður tað so ómetaliga nógv størri, bæði fyri okkum norðanfjørðs, og fyri suðuroyingar. Tí hevur tað týdning, at vit eisini fáa Suðuroyartunnilin við í okkara framtíðarætlanina, sigur Henrik Old.
Henrik Old sigur, at í sambandi við Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, eru nakrir ómetaliga royndir mans komnir hendavegin at arbeiða. Teir vóru við til at gera bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, umframt at teir hava verið við til at gera nógvar aðrar tunlar.
– Hetta eru menn, sum stórt álit er á, og teir høvdu eisini sína ávirkan á, at tað eydnaðist at fáa fígging til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, tí fíggingarstovnar hava álit á teimum.
Og teir hava bjóðað sær til at kann tað jarðfrøðiliga tilfarið, sum er til taks í sambandi við ein Suðuroyartunnil fyri at geva sína meting av verkætlanini, sigur Henrik Old.