"Ikki so frægt, at tað var vert at nevna í nakrari av tíðindasendingunum".
Skal upplýsa suðuroyarpresti, at vit høvdu tíðindi um kirkjuna og hátíðarhaldið mikudagin - dagin fyri hátiðarhaldið á Tvøroyri 1. mai. Somuleiðis høvdu vit tíðindastubba um skránna í vikuskiftinum.
Ikki fyrrenn dagin fyri hátíðarhaldið kom eitt lívstekin frá kirkjuni - kirkjuráði ella presti - tá ein faldari kom á tíðindadeildina.
Fáar dagar undan hátíðarhaldinum segði ein starvsfelagi mær, at hon hevði frætt, at 100 ára hátíðarhald skuldi haldast Kristi Himmalsferðardag, men at einki alment var upplýst um tað.
Ringdi til Tvøroyar týsdagin fyri at vita, um tað var so. Fekk upplýst, at tað passaði og at skráin lá á tíðindaportalinum hjá Suðurrás.
Hevði ikki ætlað at leggja meg í orðaskiftið um kirkjuliga hátíðarhaldið á Tvøroryi og vantandi luttøkuna hjá Kringvarpi Føroya, men tá prestur skrivar nakað, sum ikki er rætt, loyvi eg mær at koma við hesi rættleiðing.
Kann leggja aftrat, at tá onkur - áhugafelag, ítróttarfelag, fyritøka ella stovnur - hevur ein mekisdag, so boða tey vanliga frá hesum í góðari tíð. Bara fyri at kunna um tað. Ikki eitt kis frættist um hátíðarhaldið á Tvøroyri. Fyrireikararnir - prestur ella kirkjuráð - eiga eisini at stinga í egnan barm, og spyrja, um tey ikki eisini eiga ein part vantandi tíðindaflutningi ella luttøku.
Suðuroyarprestur sigur seg vera væl nøgdan við hátíðarhaldið og at fyrireikararnir hava fingið nógvar jaligar afturmeldingar um tað. Tað er gleðiligt, men jaligu afturmeldingarnar høvdu óivað verið fleiri, um fyrireikararnir høvdu lagt hátíðarhaldið, soleiðis at tað slapst aftur og fram hátíðardagin.
Við Smyrli slapst ikki til guðstænastuna kl. 11, tí tá var Smyril ikki komin suður, og heldur ikki var møguligt at náa almennu móttøkuna kl. 18, tí tá var Smyril á veg norðuraftur. V.ø.o. var neyðugt at fara suður mikudag og norðuraftur fríggjadag!!! Kundu fyrireikararnir ikki havt flutt guðstænastuna til á miðdegi og hátíðarhaldið til fyrr seinrapartin?
Loyvi mær at enda spyrja suðuroyarprest, hvat hann meinar, tá hann skrivar: "Og framyvir skulu vit nokk lata vera við at órógva tykkum fleiri sunnu- og halgidagar."?