Ein Suðuroyargrunnur við 75-100 milliónum at ráða yvir árliga í eini 5-10 ár kundi veruliga munað í tí vanlukku støðu, sum eyðkennir oynna í løtuni. Hesin grunnur kundi loyst út tær mongu og góðu lokalu kreftirnar, sum í løtuni eru mestsum lamdar. Síðan er at fáa allar hinar mongu fortreytirnar uppá pláss. Tað hevur verið sagt, at eingir landsmyndugleikar kunnu hjálpa Suðuroynni. Hetta kunnu bert suðringar gera. Hesin pástandur er bert lutvíst rættur. Spurningurin er um ikki júst landsmyndugleikarnir við politiskum miðlum t.d. kunnu framskunda ta kommunusamanlegging, ið er ein meginfortreyt fyri, at oyggin kann reisa seg aftur? Hvussu við Hovs-Øravíkartunnlinum? Tað hevur gingið alt ov seint við hesum projekti. Nú mugu landsmyndugleikarnir skunda undir hesa verkætlan, ið eisini er ein aðalfortreyt fyri menning í oynni.
Hvussu við alternativum vinnum? Er løtan komin, tá vit eiga at hugsa um, í hvussu er uppá longri sikt, hvussu Suðuroyggin kann fáa ein týðandi part av tí virksemi, sum framtíðar oljuleiting og serliga framleiðsla kunnu geva! Tað ræður her um at at viga fyrimunir og vansar við politiskt at lóggeva til frama fyri regionalum loysnum. Er støðan veruliga so ring í hesum partinum av landinum, at vit mugu til at endavenda avgerðum, sum longu eru tiknar eitt nú á oljuøkinum! Hinvegin er skeivt at fyrigykla sær, at ein komandi leiting fer at skapa nógv arbeiði. Tað er meira uppá longri sikt, at tað nú eigur at verða hugsað um, hvørvítt oljuvirksemi skal vera partur av at varðveita og menna partar av landinum, sum annars eru við at verða afturúrsigldir.
Síðan er tað útbúgvingarskipanin. Takið nú eina avgerð um miðnáms- og heilsuskúlarnar. Tað er fyri so vítt eitt feitt, hvar ið sjálvur bygingurin stendur, tí við Hovs-Øravíkartunnlinum verður oyggin ein býur. Men farið í gongd, so byggivinnan kann fáa eitt kick her og nú! Onnur átrokandi almenn arbeiði eru gomlu tunnlarnir í oynni, ið eiga at verða breikaðir og nútímansgjørdir. Síðan er tað flutningsspurningurin. Tað almenna má javnseta vinnulívið í Suðuroy við restina av landinum. Gevið flutingsstuðul og setið eitt skip at sigla millum Vág og Skotland. Nú má vera nóg mikið talað, nú mugu gerðir fylgja orðum, og øll hendan mekaniska og tilvitsleysa júkanin um marknaðarkreftirnar má halda uppat. Hetta eru berar undanførslur. Marknaðarbúskapurin er fyri eina tíð settur úr gildi víða hvar í Europa, har trupulleikar valda og royndirar eru einvíst góðar. Hetta eru Føroyar í dag og ikki USA á døgum Hoovers!"









