Suðuroyarfarleiðin í vanda

Reidar Nónfjall

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Skjótasta og mest regluliga sambandið til og frá Suðuroynni er ein undirsjóvartunnil – men av tí, at talan er um eina langsiktaða og sera stóra verkætlan, inngongur henda ikki í hesa viðgerð um ferjusamband millum Suðuroynna og Sandoynna og at koyra víðari í einum undirsjóvartunnli frá Sandoynni.

 

Gangi út frá, at suðuroyingar sum so onki hava í móti, at landið letur Sandoyingum ein tunnil til 700 mió.kr. – landsstýrið eigur bara at lata vera við at knýta hesa verkætlan til eitt ónýtuligt og vánaligt ferjusamband millum Hvalba og Sandoynna og víðari til Streymoynna.

 

Tað, sum landsstýrið ætlar, er at skapa eitt ferjusamband millum Hvalba og Sand og brúka eina minni ferju enn nýggi Smyril til henda flutning. Landsstýrið ætlar óiva eisini, at suðringar skulu tvingast til at vera við til at gjalda kostnaðarmikla undirsjóvartunnilin til Sandoynna.

 

Avleiðingarnar fyri suðringar at velja hesa loysn verða álvarsligar fyri tænastustøði á farleiðini. Tað, sum talar ímóti at skipa farleiðina umvegis Sandoynna, er:

 

Farleiðin millum Suðuroynna og Sandoynna er klassifiserað sum opið hav og harafturat hørð streymviðurskifti. Tí ber ikki til á hægstu vetrartíð í myrkri, kavaroki og stormi at hava eina minni ferju til flutningin – fólk fara heilt einfalt ikki at tora at sigla á farleiðini.

Flutningurin við fleiri knútapunktum og av- og áskipan fleiri ferðir, minkar munandi um tænastustøði. Td. noyðast suðringar við einari slíkri loysn fyrst at koyra til Hvalbiar, umborð á ferjuna, í land á Sandoynni og síðan koyra í 20 min. til Havnar ella miðstaðarøkið. Suðringar eiga heldur sum í dag at miðsavna fráferina á Tvøroyri og at krevja altíð at hava høvuðsstaðin sum endastøð.

Hvalbiarfjørður er hættisligur at sigla inn og út eftir í ringum veðri – so ein minni ferja hevði havt sera nógvar avlýsingar og seinkingar í 8-9 mánaðir av árinum. Ein størri ferja kann ikki brúkast at sigla inn og út eftir Hvalbiarfirði - uttan kanska ovurstórar íløgur.

 

 

Samanumtikið er skjótasta og besta flutningsskipanin hjá ferðandi og vinnuni í Suðuroy, ein sigling av Tvøroyri og beinleiðis til Havnar – hetta eigur at haldast fast um líka til ein tunnil kann binda suðuroynna landfast saman við restini av Føroyum.

 

Landsstýrið er ógvuliga upptikið av at senda ferðaætlanina út til ummælis til tey ferðandi. Hví verða td. sjókønu fólkini á Smyrli ikki tikin við uppá ráð, áðrenn arbeitt verður víðari við hesum ørvitisætlanum, um umlegging av suðuroyarfarleiðini.

 

Ætlanin um flogvøll á Sandoynni er eftir mínari meting einasta forsvarliga argumentið fyri at byggja ein so kostnaðarmiklan tunnil til Sandoynna, men latið verða við at knýta suðuroyarfarleiðina uppá hesa verkætlan.

 

 

Tað hevur gjøgnum seinastu nógvu árini verið tosað og kjakast um, hvussu flutningssambandið á suðuroyarfarleiðini best kann skipast. Loysnirnar, sum eru havdar á lofti, hava verið nógvar og ymiskar. Ein aktuel loysn er at knýta Suðuroynna uppí Sandoynna við einum ferjusambandi úr Hvalba, um so er, at ein undirsjóvartunnil til Sandoynna gerst veruleiki. Fyri suðuroyingar verður hetta ein sera vánalig loysn og eitt stórt afturstig í flutningstænastuni.

Tey fólk, sum hava sett hesa loysnina fram, vita heilt einfalt ikki, hvat tey tosa um og taka onga hædd fyri, hvussu veður og vindur er á farleiðini – talan er meira um eina skriviborðsloysn av fólkum, sum ganga á sløttum og fast undir fótum til dagligt.