Eitt sera gott gjøgnumarbeitt vælaverk, eitt rimmar skip, sum er skraddaraseymað til Suðuroy, har suðuroyingar, manningin á Smyrli, leiðslan á Strandferðsluni, saman við Knud E. Hansen fyritøkuni hava so at siga fingið hvønn smálut við, soleiðis at hetta skuldi verða brúgvin ímillum Suðuroynna og meginlandið nógv ár fram í tíðina, har flest øll landsstýrisfólk eins og tingfólk vóru samd í, var tað rætta fyri suðuroyingar og at hetta kundi tey fyrstu nógvu árini samanberast við at vágafólk og norðoyingar fáa undirsjóvartunnlar, hetta var nakað, sum tey flestu fólk hava verið samd um nú í nøkur ár og hava vant seg við tankan um, at hetta kostar pening, men tað samanbindur tað føroyska samfelagið, soleiðis at fólkið kann búgva runt um í landinum.
Hugsandi kundu suðuroyingar sett krav um at fáa undirsjóvartunnil til Suðuroynna, tað verður helst eisini eitt ynski frá okkara eftirkomarum, tann íløgan kostar helst í dagsprísi uml. 1,5 milliard krónur, tá skal fyrst ein tunnil verða gjørdur til Sandoynna. Undirritaði vónar ikki undir nøkrum umstøðum, at ætlaða suðuroyarskipið, okkara nýggi Smyril, verður nakað sum suðuroyingar fara at minnast sum skipið sum ongantíð varð bygt.
Á fundi tann 6. september 2001 í Øravík, sum var ein góður fundur, har nógv fólk var samankomið, legði landsstýrismaðurin í vinnumálum fram uppskotið til tað nýggja suðuroyarskipið, sum øll vóru sera spent uppá, sagt var nær kjølurin ætlandi skuldi strekkjast og nær ferjan á leið kom at loysa núverandi Smyril av. Hetta vóru øll glað og takksom fyri.
Nú hoyrist so, at landsstýrið hevur ætlan um at keypa Norrønu til at sigla uppá Suðuroynna. Norrøna er skjótt 30 ára gomul og er als ikki egnað at sigla uppá Suðuroynna.
Hetta at seta nýggjar motorar í Norrønu og siga at skipið er so gott sum nýtt til nýtslu í áleið 15 ár til suðuroyingar, tað dugir bara ikki. Nýggi Smyril er skradaraseymaður til suðuroyarsigling, hann er í allar mátar bygdur mótsatt av tí sum Norrøna er, ein trampari frammanímóti, ógvuliga høg og tekur harvið nógvan vind á seg. Tað verða antin nógvar avlýsingar, ella verða tað nógvir ótespiligir túrar um Suðuroyarfjørð. Alt hetta er roynt við serfrøðingum at fáa fyribyrgt sum best við nýggja skipinum.
Áheitan á Føroya Landsstýri og á Føroya Løgting: Vinarliga, latið suðuroyingar fáa sína brúgv, tað nýprojekteraða suðuroyarskipið.