Suðuroyar Tónleikafelag eitt ár á baki

Eitt ár er liðið, síðani felagið sá dagsins ljós og brátt verður aðalfundir í felagnum. Felagið hevur arbeitt fyri at betra umstøðurnar á mongum økjum hjá tónleikarum í Suðuroynni, og var eisini høvuðsfyriskipari til Jóansøkufestivalin 2009, ið var stuðulstiltak til frama fyri at byggja saltsiloina á Drelnesi til mentanarhús.

Nú verður kallað til aðalfundar í felagnum og hann verður sunnudagin tann 6. desembur kl 19:00 í Pakkhúsi 4 á Tvøroyri.