Innlán í Suðuroyar Sparikassi tryggjað av statinum Nevndin í Suðuroyar Sparikassa hevur tikið avgerð um, at Suðuroyar Sparikassi framhaldandi verður partur av teirri Privatu Tilbúgvingini.
Tað skrivar sparikassin á heimasíðu síni.
Hetta merkir, at danski staturin komandi tvey árini veitir trygd fyri øllum innlánum í Suðuroyar Sparikassa.
Samlaða árliga tryggingargjaldið, ið peningastovnarnir skulu rinda, er 7,5 milliardir krónur. Árligi parturin hjá Suðuroyar Sparikassa er umleið 1,6 millión kónur. Harumframt kemur ein partur av samlaðu ábyrgdini upp á 10 milliardir krónur eins og ein møgulig hækking av tryggingargjaldinum, um tær 25 mia. kr., ið tryggingargjaldið og ábyrgdin eru tilsamans, ikki røkka.










