Úrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa fyrra hálvár var 330.000 krónur verri enn sama tíðarskeið í fjør. Bankin væntar eitt gott úrslit fyri 2010. Suðuroyar Sparikassi hevur skift KT-veitara, havt størri lønarhæddaravgjald, bankapakkar og ein lægri rentumarginal seinasta árið. Tað er fyrst og fremst orsøkin til útreiðslurnar.
Suðuroyar Sparikassi hevur góðar 900.000 krónur í avlopi fyrra hálvár í ár.
Bankin skrivar í tíðindaskrivi, at aðalmálið er at hava lægri útlán enn innlán. Útlátini eru í dag 75% av innlánunum. Av hesum eru 32% vinnulán og 65% privatlán, har av 66% bústaðarlán. Suðuroyar Sparikassi sigur, at útlánini eru sunn.
Útlánini vóru 473 milliónir krónur fyrra hálvár, samanborið við 441 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin er sjey prosent.
Innlánini vuksu við 22 prosent. Tað er úr 531 milliónum fyrra hálvár í fjør, upp í 649 milliónir í ár.
Egpeningurin í Suðuroyar Sparikassa er góðar 43 milliónir kr. Solvensurin er 12,5 prosent.