Suðuroyar Sparikassi tillagar rentuna

Suðuroyar Sparikassi tillagar nú rentuna eftir altjóða rentuni, við at hækka rentuna á útlánum við 0,40 prosentum. Í sama viðfangi tillagar hesin sparikassin innlánsrentuna.

Rentuhækkingin kemur í gildi komandi mikudag.

- Hin Europeiski Meginbankin, ECB, hækkar leiðandi rentuna 0,25 prosent hin 9. august.
- Tí lagar Suðuroyar Sparikassi nú sínar rentur til hækkaða altjóða rentustøðið, verður sagt.
Við hesi hækkingini er leiðandi rentan hjá Europeiska Meginbankanum soleiðis hækkað 1,0 prosent síðani 6. desembur í fjør,  tá ECB byrjaði at hækka rentuna. Við hesum er skiftandi rentan á bústaðarlánum hjá Suðuroyar Sparikassa eisini hækkað 1,0 prosent sama tíðarskeið.
Lægsta rentan til bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa hækkar tí úr 4,05% p.a. til 4,45% p.a.