Frá 1. desember broytir Suðuroyar Sparikassi upplatingartíðina hósdag til kl. 16, soleiðis at bankin frameftir fer at hava opið mánadag til fríggjadag kl. 9.30-16. Suðuroyar Sparikassi sigur, at hann broytir upplatingartíðirnar, tí talið av kundum, ið støkka inn á gólvið í upplatingartíðini hósdagar millum kl. 16 og kl. 18, er nógv minkað tey seinastu árini.
Minkingin stavar frá, at kundarnir í størri og størri mun avgreiða síni bankaviðurskifti umvegis NetGreiðsluna.
-Teir longu hósdagarnir er ein tænasta, sum so líðandi hevur fingið minni og minni týdning fyri okkara kundar, tí teir flestu kundarnar í dag brúka NetGreiðslu, sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.
Fólk fáa tó møguleika fyri at gera avtalu við kundaráðgeva í Suðuroyar Sparikassa eftir kl. 16. hósdagar, um tey ynskja tað, sigur stjórin.