Mikukvøldið hevði Suðuroyar Sparikassi aðalfund. Undir aðalfundinum fór eisini fram undirskriving av stuðulsavtalu. Pál Joensen og SuSvim og Suðuroyar Sparikassi hava gjørt avtalu, har Suðuroyar Sparikassi er ein av høvuðsstuðlunum hjá Suðuroyar Svimjifelag.
Teresa Jensen frá marknaðardeildini hjá sparikassanum segði, at Suðuroyar Sparikassi í mong ár hevur verið stuðul hjá svimjingini og at tey fegnast um at halda fram við samstarvinum.