Suðuroyar Sparikassi og VB-Sumba skrivað sáttmála

Suðuroyar Sparikassi og VB-Sumba hava skrivað sponsorsáttmála, ið fevnir um fremstu liðini hjá felagnum

Suðuroyar Sparikassi er høvuðsstuðul hjá VB-Sumba. Mikukvøldið skrivaðu partarnir undir sáttmála, ið fevnir um fremstu liðini hjá felagnum, nevniliga 1. deild hjá monnum í fótbólti og 1. deild hjá kvinnum í hondbólti. Sáttmálin er galdandi frá 1/1-2005 og til 31/12-2005.
Suðuroyar Sparikassi hevur verið stuðul hjá VB í mong ár og hildið verður nú fram við VB-Sumba. Líka síðani 1972 hevur Suðuroyar Sparikassi verið stuðul hjá VB og var VB eisini fyrsta lið í Føroyum yvirhøvur, ið hevði sponsormerki á troyggjunum. Øll árini hevur Suuroyar Sparikassi verið stuðul, eitt ár undantikið og var tað síðst í áttatiárunum.
Suðuroyar Sparikassi stuðlar dúgliga lokalt og á ítróttarøkinum kann nevnast, at stovnurin eisini stuðlar kappróðrarbátinum Smyrli.