Í dag var móttøka í nýggju hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa miðskeiðis í Vági.
Tá táverandi Føroya Banki gjørdi av, at deildin í Vági ikki skuldi hava opið longur, stóðu húsini tóm. Suðuroyar Sparikassi hevði ætlanir um meira nútíðarhóskandi hølir, og tá hesin møguleikin stakk seg upp, gjørdi nevndin av at ogna sær húsini og byggja um og út.
Stutt kann sigast, at bygt er uppí niðaneftir soleiðis, at ein bygningur er bygdur afturat, ið tykist líkur upprunaligu húsunum, og ímillum er so opið rúm heilt upp til stór vindeygu í takinum, ið geva sera gott loftsljós inni í bygninginum.
Lars Djurhuus, nenvdarformaður, og Óli Holm, nevndarlimur og formaður í bygginevndini, hildu røðu, tá móttøka var í dag, og teir fegnaðust um nútímans bygningin.
Evi T. Djurhuus sang, og nógv fólk leitaði innar at síggja nýggja bygningin hjá Suðuroyar Sparikassa.