Eik hevði risa hall og Føroya Banki eitt risa avkast. Í Suðuroyar Sparikassa er styttri millum gott og minni gott. Avkastið hjá bankanum var góðar 150.000 krónur í 2008 Suðuroyar Sparikassi hevði í 2008 eitt avkast á 154.000 krónur. Hetta er munandi verri enn í 2007, tá bankin hevði góðar fýra milliónir í avkasti, men bankin er ikki ónøgdur við úrslitið, tí útlánsprosentið er lágt, bara 85 prosent, og tað metir bankin vera ein fyrimun í hesum tíðum.
Útreiðslurnar hjá bankanum eru somuleiðis øktar. Fleiri fólk skuldu hava løn og ávís tap og burturleggingar hava eisini verið.
Umsiting og starvsfólk kostaðu 3,2 milliónir meira í 2008 enn í 2007, og tap og burturleggingar eru vaksnar við 3,1 millión krónum.
Hinvegin eru meira inntøkur. Hesar stava fyrst og fremst frá innlánunum, ið eru vaksin við 128 milliónum krónum. Svarandi til umleið 30 prosent.
Útlánini eru bara vaksin við góðum 10 prosentum, og hetta er eitt tilvitað úrslit, tí bankin hevur tálmað útláninum í seinnu helvt av 2008.
Eginpeningurin er 44,2 milliónir krónur, og hetta er eitt lítið sindur meira, enn tá 2008 byrjaði, tí tá var hann 44,1 millión krónur.
Eisini sæst í roknskapinum, at rentuinntøkurnar eru hækkaðar við 1,8 milliónum krónum, og her hevur millum annað hækkaði rentumarginalurin spælt inn.
Bankin væntar eitt betri úrslit fyri 2009.