Suðuroyar Sparikassi lækkar eisini rentuna

Eik og Føroya Banki hava í vikuni boðað frá, at rentan skuldi lækkast. Nú ger Suðuroyar Sparikassi tað sama Út- og innlánsrenturnar í Suðuroyar Sparikassa lækka nú.

Eftir at Tjóðbankin tann 6. mars 2009 lækkaði leiðandi rentuna, lækkar Suðuroyar Sparikassi eisini flestu renturnar við virknaði frá týsdegnum 17. mars 2009.

Inn- og útlánsrenturnar lækka við upp til 0,75 prosentstigum. Lægsta bústaðararentan lækkar 0,25 prosentstig og fer úr 6,30 prosentum niður í 6,05 prosent um árið

Rentan á vanligari konto hækkar tó frá 0,1 prosent upp til 0,25 prosent

Tískil er tað bara Norðoya Sparikassi, sum framvegis ikki hevur lækkað rentuna