Suðuroyar Sparikassi høvuðsstuðul hjá Jóansøkufestivalinum

Undan vikuskiftinum gjørdu Suðuroyar Sparikassi og Jóansøkufestivalurin avtalu, sum førir við sær, at Suðuroyar Sparikassi verður høvuðsstuðul hjá Jóansøkufestivalinum 2007. Stuðulsavtalan førir eisini við sær, at atgongumerkir til Jóansøkufestivalin kunnu keypast í deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa. Atgongumerkini verða til sølu mikudagin, lesið meiri um hetta á heimasíðuni www.joansokufestivalurin.com tann 30. mai.