Suðuroyar Sparikassi hækkar rentuna

Suðuroyar Sparikassi tillagar nú rentuna altjóða rentustøðinum. Rentan á útlánum hækkar 0,50 prosentstig Suðuroyar Sparikassi hækkar við virknaði frá fríggjadegnum 24. oktober 2008 rentuna á útlánum 0,50 prosentstig. Rentan á lánum, sum eru knýtt at CIBOR 3 mðr. rentuni, og fasta rentan á S-lánum, hækka ikki sambært hesi rentuhækkingini.

Orsøkin til rentuhækkanina er, at fíggingarkostnaðurin hjá peningastovnunum yvirhøvur støðugt hækkar, sigur sparikassin í tíðindaskrivi.

Síðani seinastu rentuhækkingina hjá Suðuroyar Sparikassa 13. august 2008, hevur danski Tjóðbankin hækkað leiðandi rentuna við 0,40 prosentstigum, meðan CIBOR 3 mðr. rentan í sama tíðarskeiði er hækkað við góðum 0,5 prosentstigum.

Lægsta rentan fyri bústaðarlán í Suðuroyar Sparikassa verður soleiðis við virknaði frá 24. oktober 2008 7,25% p.a..