Suðuroyar Sparikassi fegnast um, at Fíggjareftirlitið er jaligt mótvegis sparikassanum í frágreiðingini frá regluligu vitjanini hjá Fíggjareftirlitinum í heyst. Solvensurin er í lagi, og annars eru bert fáar viðmerkingar í frágreiðingini, sigur Sparikassin.
Suðuroyar Sparikassi er samanum tikið væl nøgdur við niðurstøðurnar í frágreiðingini, sum Fíggjareftirlitið hevur skrivað um regluligu vitjanina í sparikassanum í oktober í ár.
Sjálvt um vitjanin var eftir, at nýggju niðurskrivingarreglurnar vóru settar í verk, hevði Fíggjareftirlitið ikki stórvegis viðmerkingar til virkisøkið hjá Suðuroyar Sparikassa.
Kanningin hjá Fíggjareftirlitinum vísti, at kundaskarin sum heild er góður. Útlánið tilsamans til privatkundar er 74 prosent av øllum útlánunum. Tað er væl hægri enn miðal fyri danskar peningastovnar, har miðal útlánsprosentið fyri privatkundar er 48. Umleið helvtin av útlánunum hjá sparikassanum er lán við 1. veðrætti til sethús innan fyri 80 prosent av sethúsavirðinum.
Sonevndi »Top 30« í kundaskaranum tað eru 30 teir størstu kundarnir, ið Fíggjareftirlitið altíð kannar sum svarar til 21 prosent av øllum útlánunum, vísti, at 10 av størstu kundunum høvdu ávísar veikleikar. Samstundis er kortini talan um kundar, sum Suðuroyar Sparikassi longu hevur undir herdum eftirliti.
Fíggjareftirlitið metti, at sparikassin skuldi seta 2,5 milliónir krónur afturat av ímóti møguligum tapum. Tað er 0,5 prosent av útlánum og ábyrgdum til samans. Hetta er gjørt og tikið við í roknskapin fyri triðja ársfjórðing 2012.
Fíggjareftirlitið tók eisini stakroyndir av 60 øðrum kundum bæði privatkundum og vinnukundum. Her var úrslitið eisini nøktandi. 73 prosent av teimum 60 í stakroyndini vóru kundar við vanligum og góðum virkisføri boniteti. Úrslitið av stakroyndini sæst í talvuni niðanfyri.
Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa er 14,4 prosent, og sparikassin hevur mett solvenstørvin til 10,5 prosent, sum Fíggjareftirlitið tók undir við. Solvensurin hjá Suðuroyar Sparikassa liggur sostatt 3,9 prosentstig oman fyri solvenstørvin.
Harumframt bað Fíggjareftirlitið Suðuroyar Sparikassa gera onkrar smærri tillagingar í mannagongdum á til dømis kreditt- og leiðsluøkinum, sigur Sparikassin í skrivi.