Suðuroyar Sparikassi góðar tríggjar milliónir krónur í yvirskoti

Fyrra hálvár hjá Suðuroyar Sparikassa í ár royndist væl. Áðrenn skatt er úrslitið 3.235.000 kr og roknað verður við, at ársúrslitið í ár verður tað besta nakrantíð

Hálvársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa hesaferð er bert 124.000 kr frá tí besta ársúrslitinum nakrantíð. Í fjør var gav fyrr hálvár 1.236.000 kr.

 

Sparikassin hevði framgongd í nettorentuinntøkunum við 1.345.000 kr samanborið við fyrra hálvár 2006. Vøksturin svarar til 21%. Vøksturin stavar fyrst og fremst av, at renturnar hava verið hækkandi, og trýstið á 1. prioritetsrentuni er minni nú enn í fyrsta hálvárið 2006.

 

Nettorentu- og kostnaðarinntøkurnar hjá sparikassanum fyrra hálvár 2007 vóru 9.506.000 kr. Hetta er 1.194.000 kr betri enn fyrra hálvár 2006. Vøksturin uppá 14% stavar í høvuðsheitinum frá tí økta rentumarginalinum.

 

Vinningurin av virðisbrøvum fyrra hálvár 2007 gav 567.000 kr. í yvirskoti og er hetta 742.000 kr hægri enn sama tíðarskeið í 2006.

 

Útreiðslurnar til starvsfólkið, umsiting v.m. eru lækkaðar við 7%, hetta kemur í høvuðsheitinum av, at útreiðslurnar hjá sparikasssanum fyrra hálvár 2006 vóru tengdar av stakútreiðslum av umskipan til partafelag. Lækkingin í útreiðslunum er uppá 539.000 kr. frá 8.020.000 kr. til 7.481.000 kr.

 

Væntað verður, at útreiðslurnar verða hækkandi í seinnu helvt av 2007, tí tað verða fleiri starvsfólk í sparikassanum seinna hálvár.

 

Sparikassin hevur flutt aftur 987.000 kr. upp á skuldarar samanborið við afturflytingar upp á 1.297.000 kr. fyrra hálvár 2006. Afturføringarnar eru ikki væntandi í sama mun í seinna hálvár 2007.

 

Sparikassin hevur eisini økt avskrivningarnar upp á fastar ognir, maskinur og innbúgv frá 212.000 kr fyrra hálvár 2006 til 343.000 kr. fyrra hálvár 2007. Hetta kemur av øktum íløgum fyri at nútímansgera sparikassan.

 

Fíggjarstøða sparikassans javnvigar við 435 mió. kr. ultimo juni 2007 ímóti 389 mió. kr. ultimo juni 2006. Hetta er ein vøkstur uppá 12%. Sama tíðarskeið eru innlánini vaksin við 10%, úr 334 mió. kr. til 367 mió. kr og útlánini eru vaksin við 11%, úr 340 mió. kr. til 376 mió. kr.

 

Eginpeningur sparikassans er nú 44.711.000 kr. Solvensur sparikassans ultimo juni 2006 var 15,6% í mun til 15,3% sama tíðarskeið í 2007. Tað er væl oman fyri lógarinnar krav, ið er 8%. Eginognin hevir forrenta seg við 7,5%.

 

Fyrra hálvár hevur verið ávirkað av øktum rentuinntøkum, kursvinningi og stórum afturføringum.

 

Suðuroyar Sparikassin væntar at ársúrslitið fyri 2007 verður tað besta nakrantíð.