Høvuðsdeildin hjá Suðuroyar Sparikassa er í Vági og ein deild er í Porkeri. Mikkjal Sørensen í Porkeri er stjóri í Suðuroyar Sparikassa.
3. september 1998, sama dag sum deildin í Havn lat upp, byrjaði Jóannes S. Hansen sum deildarstjóri hjá Suðuroyar Sparikassa.
Tá vit spyrja Jóannes, um tað var røtt avgerð at lata upp deildina í Havn, sigur hann, at tað var ein skilagóð avgerð. Tey fáa dagliga nýggjar kundar, hetta eru ikki bert suðuroyingar, men fólk úr øllum landinum, serliga úr høvuðsstaðarøkinum.
Tað at telefonnummarið hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn er 321998, er ikki heilt tilvildarligt, deildin lat upp í 32. viku í 1998.
Í dag starvast seks fólk á deildini í Havn.