Suðuroyar Sparikassi er styrknaður

Í fjør hevði Suðuroyar Sparikassi ein vinning á 108.000 krónir samanborið við eitt hall í 2011 á 1.075.000 krónur

Sostatt er úrslitið batnað 1.183.000 krónur, staðfestir sparikassin í morgun, sigur stjórin, Søren L. Bruhn.

Úrslitið er merkt av stórum niðurskrivingum við tað, at tær eru øktar úr 4,9 milliónum krónum í 2011 til 6,1 millión í fjør.

Eginpeningurin er nú 48,4 milliónir krónur og tilsamans eru 17 ársverk í sparikassanum.

Fyrsta ársfjórðing í ár hevði Suðuroyar Sparikassin eitt avlop á 1,1 millión krónur og væntandi verður avlopið tríggjar milliónir í ár.

- Grundraksturin er sunnur og vit rokna við, at niðurskrivingarnar koma niður á eitt lægri støði, sigur Sparikassin.

Í fjør hevur sparikassin teknað 10 milliónir í nýggjum partapeningi. Tað er høvuðspartaeigarin, Suðuroyargrunnurin, sum hevur sett pengarnar í.

- Hetta hevur styrkt okkara kapitalgrundarlag soleiðis, at vit eru ein enn sterkari og tryggari peningastovnur, sigur stjórin.

Solvensurin er nú 14,9%, lógarkravið er 8,0 %, verður lagt afturat.