Suðuroyar Sparikassi 2,6 milliónir í halli

Suðuroyar Sparikassi hevði eitt hall á næstan 2,6 milliónir krónur í fjør. - Tað er ikki nøktandi, men tá hugsað verður um truplu tíðina, sum fíggjarstovnarnar hava upplivað, kenna vit okkum heppin, sigur Søren Bruhn, bankastjóri við Rás 2.

Bankastjórin sipar til úrslitini hjá øðrum bankum í Føroyum og Danmark, sum hava havt størri tap hesi seinnu árini.

Ein orsøk til hallið í fjør er Bankapakki 1, sum hevur kostað Suðuroyar Sparikassa 5,8 milliónir íalt.

- Tað er sum við øllum øðrum tryggingum, at tú veitst ongantíð, um tú fert at nýta hana ella ikki, sigur Søren Bruhn, sum vísir á, at stórur ótryggleiki var innan fíggjarøkið, tá bankapakkin varð lagdur fram, og tí var neyðugt at vera við í pakkanum fyri at skapa álit.

Niðurskrivingarnar í fjør vóru góðar 5 milliónir krónur.

Eisini staðfesti bankin eitt kurstap á 1,4 milliónir krónur, harav meginparturin stavar frá partabrøvum í Eik.

- Vit hildu ? eins og øll hini ? at íløgan í Eik var góð. Vit hildu, at Eik var ein spennandi fyritøka. Men av skaða verður tú klókur men sjáldan ríkur, staðfestir Søren Bruhn, bankastóri, sum kortini er bjartskygdur.

Hann væntar eitt yvirskot á góðar 3,6 milliónir krónur í ár.