- Eg eri ikki bangin fyri, at SS verður fyri sviðusoð, tí tað sum liggur í kortunum er, at vit fáa uppaftur fleiri uppgávur, so vit fáa meira virksemi upp at standa á sjúkrahúsinum.
Tað sigur Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið er bjartskygdur nú løgtingið týsdagin skal hava aðalorðaskifti um heilsuverkið.
Sum vanligt hevur verið síðstu árini, so er tað serliga leiðslubygnaðurin, ið fyllir nógv í kjakinum um framtíðina hjá sjúkrahúsunum.
Í nýggja uppskotinum verður lagt upp til, at sjúkrahúsini varðveita sínar stjórar, men at ein ovasti stjóri verður settur yvir teimum. Tað er ein loysn, ið fyrr hevur eydnast væl, sambært Ronnie Midjord.
- Hetta við einari leiðslu er ikki nakað nýtt. Eg havi roynt tað fleiri ferðir fyrr. Tann síðsti var Høgni Joensen, ið var stjóri fyri øll trý sjúkrahúsini. So hetta er ikki nakað nýtt, men ein gomul skipan, ið man fer aftur til.
At lokalu stjórarnir verða varðveittir er Ronnie Midjord ikki í iva um, men heldur at sjálvt stjóraheitið ikki er so týdningarmikið.
- Líkamikið hvat man so ger, so má man hava ein stjóra á øllum trimum sjúkrahúsum. Men um heitið verður stjóri, deildarstjóri ella fulltrúi, tað er líkamikið, sigur Ronnie Midjord.