Jón Guttesen
Tvøroyri
???????
Tað sæst á øllum brøgdum at Suðuroyar Sjúkrahús áhaldandi verður gjørt til eftirbát í sjúkrahúsverkinum. Tí skal leggjast á annan bógv og Suðuroyar Sjúkrahús skal loysast úr lagdi sum undirvísingardepil.
Frændir og grannar, tað var eitt megnartak ið fekk Almanna- og heilsuskúlan suður um fjørð. Men enn er ikki komið á mál við skúlanum og onnur megnartøk skulu takast skulu vit vinna Suðuroyar Sjúkrahúsi sømdir.
Fyri at troyta allar møguleikar í liggja í Suðuroyar Sjúkrahúsi, samstundis sum útbúgvingarnar fáa fyrimunir av hvørjum øðrum, skal Suðuroyggin og Suðuroyar Sjúkrahús verða karmur um allar útbúgv-ingar innan sjúkrarøkt.
Almanna- og heilsuskúli
Almanna- og heilsuskúlin hevur og skal framhaldandi hava tætt tilknýti til Suðuroyar Sjúkrahús, somuleiðis til ellis- og røktarheimið.
Almanna- og heilsuskúlin skal fáast í fasta legu á fíggjarlógini.
Í øðrum lagið skulu nøktandi høli útvegast skúlanum. Tað áliggur komandi bý- og bygdaráðum í Suðuroynni at vísa vilja og samstarvsvilja at vísa á eina loysn í felag.
Skúli til sjúkrarøkt
Skúli til útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum skal byggjast í næstum og tað áliggur komandi bý- og bygdaráðum í Suðuroynni at fáa staðfest okkara ynski um at fáa útbúgvingina til oynna og í felag at vísa á eina loysn.
Undirvísingardepil
Samvirkandi fyrimunirninr við at samantvinna Almanna- og heilsuskúla, Skúla innan Sjúkrarøktarfrøði og Suðuroyar Sjúkrahús eru ótaldir. Útbúgvingarnar allar fáa gagn av at verða undir somu lon, við somu undirvísarum og umsiting. Samstundis sum Suðuroyar Sjúkrahús verður loyst úr lagdi.
Granskingardepil
Gransking innan heilsu er á høgum støði í Føroyum, átøk eru eisini gjørd innan gransking í arbeiðsumhvørvi á havinum. Ílegugransking er í eyksjón, meðan tað vantar í hjá granskingini innan sjúku og sjúkrarøkt.
Ein undirvísingardepil innan sjúkrarøkt hevði verið ein framúr karmur um gransking innan sjúku og sjúkrarøkt.