Nú er sjøtul settur á arbeiðið at útvega fleiri starvsfólk til eldrarøktina og til sjúkrahúsverkið.
Tað sæst, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Tjóðveldi um at fáa landsstýrið at seta gongd á arbeiðið at útvega fleiri røktarstarvsfólk.
Men nú Trivnanarnevndin hjá løgtinginu, hevur viðgjørt málið, hevur jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, víst á, at sjøtul er settur á arbeiðið.
Tí heldur meirilutin, sum eru Uni Rasmussen, Rósa Samuelsen, Erhard Joensen og Jóhan Eli Poulsen, ið øll eru í samgonguni, at tað er óneyðugt at samtykkja hetta uppskotið
– Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt Trivnaðarnevndini frá, at fyrsta stigið er at kanna tørvin á heilsustarvsfólkum hesi næstu 10 árini og tað arbeiðið er byrja, siga tey.
Í sama viðfangi hevur landsstýrismaðurin eisini nevnt møguleikan fyri at gera Suðuroyar Sjúkrahús til útbúgvingarsjúkrahús á hesum øki.
Minnilutin í Trivnaðarnevndini, sum er Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir og Aksel V. Johannesen, øll í andstøðuni, halda hinvegin, at tað er neyðugt at samtykkja uppskotið so at vit fáa eina ætlan fyri, hvussu vit tryggja okkum, at vit hava nóg mikið at heilsustarvsfólkum.
Tey siga eisini, at korona-kreppan hevur eisini víst okkum, hvussu týdningarmikið tað er, at vit hava væl skikkað starvsfólk.
Heilsuhjálparafelag Føroya hevur víst á, at talið ófaklærdum starvsfólkum í eldrarøktini, er stórt og tað gongur eisini strilti hjá sjúkrahúsunum at fáa nokk av sjúkrarøktarfrøðingum.
Tey siga, at ein orsøk til, at tað er trot á starvsfólki, er, at arbeiðsumstøðurnar eru so ringar, og lønin er so lág og so er tað eisini ringt at fáa fulltíðarstørv.
Tey vísa somuleiðis á, at skal tað eydnast at hava nokk av plássum til starvsvenjing hjá teimum, sum eru undir útbúgving, er tað neyðugt við samstarvi ímillum heilsuverkið, kommunurnar, fakfeløgini, útbúgvingarstovnarnar og Mentamálaráðið.