Fyrst í næstu viku fer Suðuroyar Manskór á forvitnisliga konsertferð til London. Í hesum sambandi fer kórið at hava konert í St. Katharine?s Church við Regents Park.
Konsertin er almenn og hon verður sunnudagin 5. juni klokkan 14.
Tað er Føroya Felagið í London sum hevur seg í samband við kórið.
Kórið fer eisini at syngja fyri Herts Anglo Scandinavian Society í St. Albans norðan fyri London.
Suðuroyar Manskór er eitt nýtt kór við 16 sangarum úr Suðuroy, har teir flestu eru royndir kórsangarar úr Ljómi og aðrastaðni. Kórleiðari er Jens Knudsen av Tvøroyri. Kórið hevur sum fremsta endamál at fjálga um og styrkja sangmentanina í oynni og at at geva fólki í oynni góð sangupplivilsi, og higartil hevur kórið sungið á Jóansøku og á Jólum í fjør og aðrastaðni.
St. Katharine?s kirkjan, har kórið hevur aðra konsertina í London, er á 4 St Katharine´s Precinct, London NW1 4HH, og hetta er kirkjan hjá danska og føroyska kirkjuliðnum í London.
Eftir konsertina hevur Jónsvein Bech, prestur, guðstænastu í kirkjuni.
Á konsertini fer kórið at syngja nýggjar útsetingar, sum Atli K. Petersen og Jens Knudsen hava lagt til rættis fyri manskór, umframt meiri kendar útsetingar av føroyskum sangum og sálmum. Eisini hevur kórið norðurlendskar sangir á skránni, sum framførd verður í London sunnudagin 5. juni 2011.
Á myndini syngur kórið á jóansøku í fjør og tað er ein niðurlendingur, sum stendur aftanfyri og tekur upp.