Suðuroyar Gospelfestivalur av bakkastokki um vikuskiftið

Vikuskiftið hevur góðan tónleik at bjóða suðuroyingum og teimum, ið vitja Suðuroynna. Suðuroyar Gospelfestivalur fer fyri aðru ferð av bakka stokki

Frá 28. til 31. oktober stendur gospel á breddanum í høllini í Trongisvági. Tá fara suðuroyingar, og onnur gospel áhugað, at syngja og venja gospel. Suðuroyar Gospelfestivalur er sprottin úr Suðuroyar Gospelkóri og er leiðarin, Jens Knudsen, ígongdsetarin. Ein av grundstuðl-unum undir kórinum og festivalinum er seinni vorðin kend manna millum, nevniliga Guðrun Sólja Jacobsen.
Jens Knudsen leiðir festivalin, har fólk úr øllum Føroyum hittast at syngja gospel. Festivalurin er skipaður nakað soleiðis, sum ein t.d. kennir kórstevnurnar. Fólk hittast fríggjadag og venjing byrjar. Hildið verður á leygardag. Sunnudagurin er til venjing, roynd og gallakonsert av vanda tilfarinum. Tónleikabólkur er partur av tiltakinum.
Løgini á festivalinum hesaferð eru Just Come, God is Good, Til we meet Again, He?s the light of the World, My life is in your hands, Blessed Assurance, It?s Me, Det ska bli er betre plats, We thank you Jesus.
Atgongumerki til gallakonsertina sunnudagin kunnu keypast ein tíma innan konsertina, sum er klokkan 15.
Nærri ber til at frætta á heimasíðuni www.sgf.fo