Fyri einum hálvum tíma síðani fór streymurin í allari Suðuroy.
Á SEV verður upplýst, at orsøkin var, at ein motorur á verkinum í Vági brádliga steðgaði.
Streymurin var burtur í einar 20 minuttir, til manningin á verkinum hevði fingið gongd í tveir aðrar motorar