Suðuroy og Sandoy fáa púra einki burtur úr

Gongdin í Suðuroy og í Sandoy er í skerandi andsøgn við gongdina í restini av landinum

Suðuroyggin og Sandoyggin hava púra einki fingið burtur úr fólkavøkstrinum, sum hevur verið í Føroyum hesi seinastu árini. Tað verður staðfest í eini nýggjari uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Uppgerðin vísir, at 1. august í ár vóru vit 51.258 fólk í Føroyum og tað eru 849 fólk fleiri, ella 1,7 prosent fleiri enn fyri einum ári síðani. Og Hagstovan staðfestur samstndis, at fólkatalið veksur nógv í øllum landinum – uttan í Sandoy og í Suðuroy. 

 

Lutfalsliga er fólkatalið vaksið mest í Eysturoy, har tað er vaksið 2,2 prosent hetta síðsta árið. Og tað er serliga rundan um tunnilsmunnarnar á Eysturoyartunlinum, nevniliga á Strondum, og á Nesi, har fólkatalið er nógv vaksið, tí har hevur vøksturin verið fimm prosent hetta síðsta árið.

 

Í Havnini er fólkatalið vaksið 2,1 prosent, í Vágum er tað vaksið 1,9 prosent og í Norðoyggjum og í Norðurstreymoy er tað vaksið 1,6 prosent.

 

Men afturfyri er støðan í Sandoy og í Suðuroy í skerandi andsøgn til gongdina norðanfyri Skopunarfjørð. Í Sandoy er fólkatalið nevniliga minkað 10 fólk, ella 0,8 prosent hetta seinasta árið, og sostatt búgva tað nú 1.271 fólk í Sandoy. og í Suðuroy er fólkatalið minkað 24 fólk, ella 0,8 prosent, og nú búgva 4.607 fólk í Suðuroy.

 

Sostatt hava Sandoy og Suðuroy onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini, staðfestur Hagstovan. Hesi seinastu árini er fólkatalið vaksið 5-8 prosent í øllum økjum norðan fyri Skopunarfjørð, men í Sandoy hevur  tað staðið í stað, og í Suðuroy er tað beinleiðis lækkað 1,2 prosent.

 

Í Sandoy er fólkatalið minkað allastaðni, uttan á Sandi, har tað nú búgva 10 fólk fleiri enn fyri einum ári síðani. Í Suðuroy er tað serliga á Tvøroyri, at fólkatalið er minkað, tí har er tað minkað 15 fólk, so at tað nú búgva 1.713 fólk á Tvøroyri. 

 

Í Hvalba er eisini stór minking, tí har er fólkatalið minkað 17 fólk og sostatt býgva nú 666 fólk í Hvalba. Í Fámjin eru fýra fólk farin burtur av, men í hinum bygdunum er tað kvinkað upp eftir.