Suðuroy og Sandoy fáa lítið og einki burtur úr

– Hesar báðar syðstu oyggjarnar verða alsamt verri fyri, samanborið við restina

Hesi seinastu árini er fólkatalið í Føroyum munandi vaksið. Men tað er stórur munur á, hvussu nógv tey ymsu økini í landinum hava fingið burtur úr hesum fólkavøkstri.

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at serliga eru tað Sandoyggin og Suðuroyggin, sum einki hava fingið burtur úr, og í roynd og veru er munurin ímillum hesar báðar syðstu oyggjarnar, og restina av lndinum, bara vorðin størri, sum árini eru gingin.

Hetta sæst serliga, tá ið fólkatalið tann 1. jan. 2014 verður sett til 100, tí so sæst, at ímeðan fólkatalið er vaksið 6 -11 prosent í øllum hinum økjunum, er fólkatalið minkað, bæði í Suðuroynni og í Sandoynni.

 

##med2##

Men verður hetta síðsta árið tikið fyri seg, er fólkatalið annars, upp á seg, vaksið mest í Vágum, har tað er vaksið 2,5 prosent og í Eysturoy er tað vaksið 2,3 prosent.

Í Havnini er tað vaksið 1,9 prosent og í Norðoyggum er tað vaksið 1,3 prosent.

Í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 0,8 proent hetta seinasta árið og í Suðuroy er tað vaksið 0,7 prosent. Hinvegin er fólkatalið í Sandoy minkað 0,5 prosent hetta seinasta árið.

Leggjast kann aftrat, at í Sandoynni hevur burðaravlopið verið negativt hetta seinasta árisýslu. Tað merkir, at fleiri doyði enn tað vóru børn fødd. Í Suðuroy hevur einki burðarvlop verið hetta seinasta árið.