Suðuroy og Sandoy dragna longur aftur úr

Gloppið ímillum syðra partin og norðara part í Føroyum, veksur - men í Suðuroy er grund til eitt ávíst bjartskygni

Fólkatalið vekur alsamt, og tann 1. september búðu 51.969 fólk í Føroyum. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir fólkatalið í Føroyum.

Sostatt er fólkatalið vaksið 938 fólk hetta seinasta árið frá í september í fjør. Men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv fólkatalið veksur í teimum ymsu pørtunum í Føroyum.

Tølini vísa nevniliga, at vøksturin er nógv størst í miðøkinum, altso í Eysturoy, í Vágum og í Suðurstreymoy.

Hinvegin er vøksturin nógv minni í Norðoyggjum, í Norðurstreymoy, Streymoyarøkinum og í Suðuroy – og Sandoynni stendur fólkatalið mestsum í stað.

Í Suðurstreymoy er fólkatalið vaksið 403 fólk hetta seinasta árið og í Eysturoy er tað vaksið 275 fólk.

Í Vágum er tað vaksið 91 fólk, í Norðoyggjar er tað vaksið 75 fólk, í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 55 fólk, og í Suðuroy eru tað nú 47 fólk fleiri enn tað vóru fyri einum ári síðani.

Og Sandoyggin er vorðin trý fólk ríkari hetta seinasta árið.

##med2##

 

Men verður vøksturin roknaður í prosentum, er størsti vøkstur í Vágum, har fólkatalið er vaksið 2,5 prosent, í Eysturoy er tað vaksið  2,4 posent og í Suðurstreymoy er tað vaksið 2,1 prosent.

So er eitt glopp niður til Norðoyggjar og Streymoyarøkið, har fólkatalið er vaksið 1,2 prosent í og í Suðuroy er tað vaksið eitt prosent.

Tann sera lítli vøksturin í Sandoyar sýslu svaraði til ein vøkstur upp á 0,2 prosent.

Hesi síðstu seks árini er fólkatalið vaksið nógv og tað sæst aftur í teimum flestu høvuðsøkjunum.

– Tó eru tað tvey høvuðsøki, Sandoyggin og Suðuroyggin, sum dragnað afturúr sigur Hagstovan.

Tað sæst skilliga, tá ið vit seta fólkatalið 1. jan. 2014 til 100, tí er er gongdin tann, at ímeðan fólkatalið er vaksið 6-11 prosent í øllum hinum høvuðsøkjunum, hevur fólkatalið í Sandoy og Suðuroy staðið mest sum í stað- ella tað er enntá minkað.

##med3##

 

Hetta seinasta árið síggja vit tó ein ávísan fólkavøkstur í Suðuroy.  Men gongdin hevur verið ójøvn hesi seinastu seinastu árini, har tað hevur skift millum vøkstur og minking – tó uttan at fólkatalið enn er komið upp um tað, sum tað var 1. januar 2014.

Tí verða tað teir komandi mánaðirnar, sum fara at vísa um framgongdin hetta seinasta árið verður meira varandi enn vit higartil, sigur Hagstovan.